Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Økta sølan krevur nýggjan sølubygning

Nógv økta virksemið hjá Ivan bilum seinastu árini hevur nú við sær, at størsta bilasølan í landinum fer í holt við at byggja nýggjan sølubygning. Nýggi sølubygningurin verður bygdur á sama stað, sum bilasølan í dag heldur til, við Hoyvíksvegin 63 í Havn. Niðurtøkan av verandi sølubygningi byrjar longu mánadagin 18. juni, og nýggi sølubygningurin verður handaður Ivan bilum 15. oktober í ár.

Verandi sølubygningur verður tikin niður aftur til verkstaðið. Verkstaðið og goymslan fer tí at halda fram á sama stað, sum verkstaðið heldur til í dag, meðan bilasølan fer at halda til á parkeringsøkinum aftan fyri bygningin hjá Ivan bilum. Øll ferðsla til bilasøluna, verkstaðið og goymsluna verður tí frá Staravegi, meðan nýggi sølubygningurin verður bygdur. Samstundis verður umsitingin og skrivstovan hjá Ivan bilum flutt yvir á 1. hædd í bygninginum, har Mekonomen heldur til, við síðuna av hjá Ivan bilum.

Vit vóna, at viskiftafólkini fara at bera yvir við okkum, meðan nýggi sølubygningurin verður bygdur. Sum eitt plástur á sárið, fara vit sjálvandi at skipa fyri onkrum spennandi tiltøkum hesa tíðina, siður Pauli Waag, stjóri hjá Ivan bilum, at enda.