
Okkura letur upp sølustað í Norðagøtu
Okkara, bryggjaríið á Velbastað, hevur í dag latið upp sølustað í Norðagøtu. Sølustaðið verður rikið í samstarvi við PE-handilin í Norðagøtu, sum í fyrsta umfari hevur innrættað eina bingju at selja vørurnar hjá Okkara.
Sølustaðið í Norðagøtu er partur av eini stigvísari menning av sølunetinum hjá Okkara. Ølið hjá bryggjarínum á Velbastað er at fáa í Rúsunum kring landið og harumframt hevur bryggjaríið frammanundan í Vestmanna, Tórshavn, Vági og nú eisini í Norðagøtu.
Okkara fór í summar undir útflutning av øli til Danmarkar, og hóast nøgdirnar at byrja við hava verið smáar, so er sølan vaksandi. Okkara er at fáa í umleið 100 serhandlum og vinhandlum kring alt Danmark, og í seinastu viku fekk jólaølin Okkara Jól sera gott ummæli á donsku heimasíðuni www.goodbeer.dk