![](/myndir/myndin-16462_r_705_0.jpg)
Saman við Tórshavn Marathon skipar Krabbameinsfelagið fyri gongu½maraton 3. juni 2018. Okkum tørvar vaktir!
Okkum tørvar vaktir til gongu½maraton
Aftur í ár skipa Bragdið og Krabbameinsfelagið fyri marathon renning og gongu½maraton í Tórshavn.
Í hesum sambandi hava vit brúk fyri nógvum hjálparfólkum og vit heita á øll sum hava hug at hjálpa til og stuðla okkum, um at tekna seg. Vit hava serliga brúk fyri hjálparfólki úti á rutuni, sum kann standa vakt og til at hjálpa og vegleiða rennarar. Eisini er neyðugt at ansa eftir, at koyrandi ferðsla ikki kemur inn á vegir har runnið verður. Øll fáa neyva kunning áðrenn.
Eitt stórt tiltak sum Tórshavn Marathon hevur tørv á nógvum, nógvum vaktum. Er hetta nakað fyri teg ber til at lesa meira og tekna teg til at standa vakt fyri okkum her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/582268/order/info
Atlantic Airways Tórshavn marathon verður sunnurdagin 3. juni og byrjar kl. 13. Vaktirnar byrja tó kl. 12:45, tá vegirnir stongja. Vegirnir eru stongdir til kl. 19.00. Tó er ein partur sum letur uppaftur kl. 14:30. Vit hugsa okkum at vaktirnar standa uml. 2-3 tímar.
Aftaná vaktina eru øll vælkomin í Reinsaríið/Perlutorgið, til hugnaløtu, har hjálparfólk og rennarar hittast.