Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara visjón er ein rúmligur høvuðsstaður....

"Soleiðis byrjaði Heðin Motensen, borgarstjóri røðu sína í Tórsgøtu seinnapartin.

"Góðu tit øll.

Sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi bjóði eg tykkum vælkomnum til Tórshavn, nú ymiskleikin, tolsemið og rúmliga samfelagið í dag verður sett í fokus.

Onkur spyr, um vit hava tørv á at seta hesi evni á skrá. Jú, tað hava vit. Stóra avbjóðing okkara sum høvuðsstaður og land er at varðveita og draga til okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi og sjálvsáliti. Til tað krevst ein sterkur, og tollyntur høvuðsstaður.

Tí veruleikin, vit eru uppímóti er, at fyritøkur og býir uttanlands hava ongantíð havt so stóra atdráttarmegi sum júst nú. Tey vilja hava fatur á okkara ungu og virkisfúsu, sum bera skulu framtíðina, tí tey vita hvørjar dygdir hesi hava. Og tað er ikki løgið, um okkara fólk velja spennandi avbjóðingar og høgar lønir aðrastaðni, har fjølbroytnið tykist størri.

Tí taka vit sum høvuðsstaður avbjóðingina upp við at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum møguligt: barnaansing, skúla, møguleikar at seta búgv, ungdómsvirksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív, upplivingar og so frameftir.

Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi, góð og fjølbroytt tilboð til allar borgarar og leggja kreftir í at menna eitt sterkt og fjálgt, men dynamiskt alternativ til útlendsku býirnar, sum draga.

Í øllum hesum arbeiði gera vit alt fyri at líta upp um ósemjur og ymiskleikar fyri at røkka felags málum.

Týdningarmesta tilfeingið er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum vera so attraktivur sum gjørligt. Øll eiga høvuðsstaðin og hann skal ganga á odda í menningini til frama fyri øll.

Okkara visjón er ein rúmligur høvuðsstaður, ein miðstøð fyri lærdómi og vinnumenning, gransking og mentan, men tað er ikki meira ein visjón enn so, at vit langtsíðan eru farin undir at leggja lunnar undir ta menning, sum skal til fyri at skapa fortreytirnar.

Vit vita, hvat krevst fyri at hava ein sterkan mentanarpall við tónlist, myndlist og aðrari list og eru í fullari ferð í gongd við at skapa neyðugar fortreytir og umhvørvi.

Vit byggja og menna sum aldri áður fyri at skapa pallar, har skapanargleðin fær rúmd. Vit gera tað sama innan ítrótt. Vit royna av øllum alvi at hjúkla um tey, sum velja at búgva her.

Og tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum. Altjóðagerðin ríkar samfelagsliga margfeldið, og vit eru púra samd um, at eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt lívligt umhvørvi, sum er merkt av frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. At rúma ymiskleika krevur tolsemi.

Vit eru øll saman um at byggja tað góða samfelagið. Fleiri tykkara búgva og virka her, fleiri tykkara eru lesandi ella útisetar og vitja heima í summar. Tit ynskja eisini tað besta fyri høvuðsstað og land okkara. Stríðið fyri einum góðum og tollyntum samfelag er eisini tykkara stríð.

Málið má tí verða, at fólk leggja ósemjurnar til viks og byggja á styrkirnar í fjølbroytninum og ymiskleikanum fyri at náa okkara felags málum til gagns fyri heildina.

Takk fyri, við hesum er hetta stóra tiltak sett og hjartaliga vælkomin til Tórshavnar bý. "

Heðin Mortensen

borgarstjóri