Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara Vár

Hesa vikuna kemur enn ein nýggj øl frá Okkara bryggjarí á Velbastað.

Okkara Vár er navnið á nýggju ølini, og er hon ein roynd at broyta hugtakið um høgtíðarøl. Heldur enn sum undanfarin ár at senda eina páskaøl á marknaðin, hevur Okkara valt at gera eina árstíðarøl, sum fagnar várinum.

Okkara Vár er at fáa í Rúsuni og Okkara útsølustøðum kring landið.

Okkara Vár er ein yvirgerað gulløl á 5,8%. Saman við góðum úrvalsmalti og einum veti av aromahumlu, gevur yvirgerin ølini ein frískan fruktkenda lukt og smakk.

Ger er ikki bara ger. Øll bryggjarí menna sína egnu ger. Tað hevur Okkara eisini gjørt við góðari hjálp frá Okkara bryggjmeistara Peter Klemensen.

Nógv munnu ikki kenna mun á yvirger og undirger. Men talan er um tvær heilt ymiskar gerir. Undirger er mest vanlig og gerar uppeftir í tanganum við lágum hita.

Yvirgerin gerðar niðureftir í gertanganum og gerðar við hægri hita enn undirgerin. Yvirgerin gerðar eisini skjótari.

Okkara yvirger gevur ein lættan fruktkendan smakk, sum kemur væl fram í Okkara Vár.