Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara: Risin og Kellingin

 Hesa vikuna koma tvær nýggjar øl frá Okkara á marknaðin, sum eru bryggjaðar við íblástri frá Risa og Kelling.

Norðan fyri bygdina á Eiði ytst í flógvanum, sum er millum Eysturoy og Streymoy, standa tveir stórir drangar, sum kallast Risi og Kelling, hann ytri og hon innari landinum.

Um hesar drangarnar er søgnin, at einafer ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður. Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum kallast Eiðiskollur og longst ímóti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðina, hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak, hon tók, var so fast, at ”Ytri Kollur” skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta.

So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmið tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risans, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ovleingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vassa leið sína norður aftur til Íslands, reis sól úr havi, og tey gjørdust tí bæði til steinar og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur eitt knýti ella posa á bakinum.** Korn verður nýtt til øl, ja er eitt av høvuðstilfarinum, so ikki er óhugsandi at tey bæði risin og kellingin skuldu bryggja øl.

Møguliga hevur hugsan hansara verið, at gott øl kundi bryggjast við at londini bæði sameindust.

Hvussu hetta kundi havt verið, royna vit at tulka við hesum ølunum. Okkara Risi er sterkt bryggjað 8,1% við kraftmiklum og søtum maltum og sera kraftmiklum, smakkfullum humlum. Harumframt er ølin lagrað leingi við nøkrum av teimum gossteinunum, sum Risin og Kellingin á sinni royndi at burturflyta.

Kellingin mann tó eisini hava verið ein sterk kona, so tulkingin av persónleika hennara sum øl er vorðin ein sterk hveitiøl á 6,8% við "bleytum" humlusmakki. Hveitimaltið í ølini gevur hartil ein kraftmiklan anga, ið eisini minnir um bananir.

Risin riggar sera væl til sterkan føroyskan mat, sum til dømis ræstan mat. Kellingin riggar sera gott til fiskarættir, sum til dømis rækjur, laks og hummara.

Kanska tú eisini verður ein annar av at njóta hesar ølirnar, sum ikki líkjast øðrum øli bryggjað í Føroyum.