Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara ríkið hav-urtagarður - framtíðar vinnumøguleikar

Føroysk vinna kann framhaldandi menna nýggjar vinnuvegir í okkara ríka havumhvørvi. Vit hava eitt fantastiskt havumhvørvi, sum vit eiga at brúka burðardygt til havbit av laksi og skeljaaling, og vit hava eisini royndir frá øðrum londum, sum kunnu vísa okkum vegin at seta gongd á hesar vinnur. Nú er politiskt og vinnuliga at seta veruliga gongd á fyrireikingarnar og finna út av, hvussu farast skal fram við at skapa røttu vinnukarmarnar 

Landafrøði og náttúrutilfeingi
Vit hugsa ikki um tað, men vit eru so heppin at liva á nøkrum fjallatoppum, sum stinga seg upp úr Atlantshavi. Landafrøðiliga stinga seg upp úr djúphavinum nakrir tindar, har tann hægsti er 882 metrar omanfyri sjóvarmálan. Landið uppi á turrum er 1.399 km². 

Men undir vatnskorpuni er landið ikki minni enn 275.000 km². Her møtast teir stóru havstreymarnir flógvir sunnaneftir og ísakalda úr dýpinum norðaneftir.

Hetta er í høvuðsheitum tað, sum er orsøkin til, at stórslignað og íðandi lívið blómar upp í okkara havøki. Sjóhitin og næringssaltini møtast og blandast, áti-framleiðslan blómar upp, føðiketan fær tey føðsluevni, sum skulu til fyri, at fiskastovnarnir kunnu gerast tilsvarandi stórir.

Higartil hevur náttúran sjálv stýrt úrtøkuni úr havinum kring Føroyar - vit fiska og náttúran leverar. 

Tað er so smátt gingi upp fyri okkum, at til ber at hjálpa náttúruni. Fyrst og fremst við, at skilja hana betur og betur, fyri síðan, sum vit kalla tað, at røkja fiskastovnarnar við at veiða lívfrøðiliga burðardygt.

Vit hava megnað tað áður
Sjálvt um vit ikki hava tað ein roknar sum feskvatnsáir í øðrum londum, og ikki natúrliga hava laks í áunum, so roknast vit nú millum heimsins størstu laksaalarar.

Eisini er virðið av laksaframleiðsluni farið upp um helvtina av samlaða føroyska útflutningsvirðinum.

Takka veri, at vit betur skilja náttúruna og so natúrliga samanspælið millum fiskiskap og framleiðslu av botnfiski og uppsjóvarfiski, er hetta natúrlig og burðardygg vinna, og vit hava stýr uppá allar partar av virðisketuni.

Tey fyrstu laksarognini komu til Føroya týðliga í 1970´árunum. Og ikki fyrr enn vit nærkaðust árhundraskiftinum megnaðu vit í Føroyum at vinna pengar burtur úr laksinum. Tað skuldu royndir og kunnleiki til. 

Á sama hátt verður tað ivaleyst eisini við at seta laks út á havbit og ala skeljar, tara og annað, men tað broytir ikki veruleikan, at jú fyrr vit fara undir tað, jú skjótari koma vit á mál - og fyritreytirnar við sjóhitanum og føðini eru til staðar. 

Lítla landið við risastóra hav-urtagarðinum
Higartil hava føroyingar helst hugsað um Føroyar sum eina lítla fiskivinnutjóð. 

Tíðin er komin til at hugsa um Føroyar sum lítla landið við risastóra hav-urtagarðinum - og troyta møguleikar eftir hesum.

Løgtingið hevur einmælt samtykt at fara undir fyrireikingar av nýggjum vinnuvegum á hesi leið, t.e. havbit av laksi og skeljaaling. 

Hesar báðar vinnur eru væl kendar og royndar í londum, sum t.d. framkomna landinum Japan, sum í fleiri tíggju-tals ár hevur framleitt laks og skel í nøgdum, sum teljast í hundratúsund tali av tonsum um árið.

Politiskar visjónir eru neyðugar 
Vit vita, at menning tekur tíð og krevur vilja, førleika, orku, royndir og fígging.

Nógvar forðingar og vandar eru vanliga á vegnum til røttu loysnirnar eru funnar.  

Men vit muga kortini hava visjónir og stremba eftir at fáa til vega nýtt og betri grundarlag fyri menning og vøkstri í okkara vælferðarsamfelag.

So sum orðatakið sigur: ”Tað blíðkar fyri hugaðum monnum” - og kvinnum sjálvandi.

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkkin