Okkara Páskir
Tíðindaskriv: Okkara Páskir er komið á marknaðin aftur. Bryggjararnir á Velbastað hava lagt seg eftir at skapa eina øl til høgtíðina og árstíðina, ið hevur ein góðan smakk og góða fyllu, men samstundis er so leskilig, at til ber at njóta fleiri av henni gjøgnum tey mongu hugna- og veitslukvøldini, ið eyðkenna várið.
Okkara Páskir er ein ravlitað og eyðdrukkin øl. Ein blandingur av undirgering og yvirgering gevur ølini ein frískan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum frá humluni. Úrslitið er ein væl smakkandi øl, ið bæði kann njótast, sum tað hon er – ein góð øl, ið sløkkir tostan-, og hóskar sera væl aftur við føroyskum mati og siðbundnum føroyskum mati.
Hendan ravlitaða ølin er pakkað inn í eitt snið við íblástri tí eyðkenda gula páskalitinum.
Okkara Páskir er 5,8 % í styrki, og ølin fæst bæði í dósum og á fløsku. Dósin og fløskan fæst 6- og 24-pakkunum.