Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara Ó-dagur

Seinastu árini hava føroysku bryggjaríini markerað serligar dagar, tá ið tey lata serligu høgtíðarbryggini út á marknaðin. J-dagar fyri jólaøl, p-dagar fyri páskaøl.

Fríggjadagin 22. juni heldur Okkara Ó-dagin, tá ólavsøkuølin Okkara Ólavur verður slept á marknaðin. Ólavur varð fyrstu ferð á fáa summarið 2010 og er síðani tá vorðin alt betri umtøkt. Í ár verður Okkara Ólavur at fáa bæði í dós og í fløsku.

Okkara Ólavur er ein yvirgerað serøl. Hon hevur ein góðan og kryddaðan humlusmakk, sum fær mótspæl av einum lættari og meira fruktkendum smakki, ið stavar frá gerini.

Samansetti smakkurin ger, at Okkara Ólavur hóskar væl aftur við vanligum føroyskum mati, samstundis sum hon er passaliga frísklig og væl smakkandi til tey høvini, tá ið tú bert vil njóta eina góða øl.

Okkara hava stóra orku og stoltleika í hesa ølina av gullstyrki, sum er ognað tjóðarhátíðini, men kann nýtast til eitt hvørt høvi.

Okkara Ólavur er á fáa í sølubúðunum hjá Okkara kring landið og í Rúsuni frá og við fríggjadegnum 22. juni.