Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara norska søga

Herfyri fekk eg høvi til at lesa tvær greinar, sum stóðu í norska Historisk Tidsskrift fyri árið 2014.

Hetta var sanniliga áhugaverdur lestur fyri ein føroying. 

Tann fyrra greinin var skrivað av Øystein Rian, sum er søguprofessari við universitetið í Oslo. Tað, hann undrar seg um, er hví tað ikki vóru norðmenn, sum í 1814 sluppu sær av við Fríðrik VI, men at tað var sætti Fríðrikur, sum slepti norðmonnunum. Hetta er ein áhugaverdur spurningur, tí stýrið sum danakongurin hevði staðið fyri í Noreg, hevði verið katastrofalt við hungursneyð og oyðiløgdum vinnulívi.

Svarið sum hann gevur, er at statsvaldið hevði buktina og báðar endarnar.
Norðmenn livdu undir eini skipan, sum vit nú á døgum høvdu kallað totalitera. Fólk fingu frið til at røkja sítt starv um so var, at tey ikki á nakran hátt ørkymlaðu valdsharrarnar. Tungar byrðar vóru løgd á øll.
Skatturin var tungur, og hann skuldi gjaldast. Herskyldan var so umfevnandi, at í krígstíðum var næstan helvtin av øllum tilkomnum monnum so ella so í hertænastu. Gjørdu íbúgvarnir uppreistur, so fall hamarin. Tað var nóg mikið bara at ferðast runt og tosa niðursetandi um myndugleikarnar fyri at verða handtikin og kom inn at sita. Tóku menn seg saman og løgdu hond á kongsins tænastumenn, so gekst enn verri.

Vanliga kom tað ikki so langt, tí uttan mun til hvussu illa myndugleikarnir fóru við fólki, so varð nógv gjørt burtur úr at føra fram, at kongur var góður og hjálpti eisini teimum veikastu. Tað vóru eingir aðrir myndugleikar enn kongur at venda sær til. Fram til 1537 hevði katólska kirkjan verið ein fríholtur millum kong og almúguna, men við trúbótini varð hon avtikin, og í staðin fyri fingu vit eina kirkju, sum hevði kongin sum hægsta myndugleika.
Kongur útvegaði kirkjuni inntøkur, og prestar fingu skattafríar garðar at sita á. Afturfyri bóðu teir dúgliga í kirkjunum fyri kongi, og løgdu kirkjuliðunum eina við at geva kongi tað ið kongsins var – uttan tó at gloyma at ofra til prestin.

Skipanin var toppstýrd. Bert eitt universitet var, og tað var í kongsins Keypmannahavn. Fremsta endamálið við hesum lærdómssetri var at útbúgva prestar, og kongur gjørdi av hvør ið fekk starv. Afturfyri ansaði universitetið eftir, at einki kom upp á prent, sum setti spurnartekin við kongsins stýri. Henda støðuga indoktrineringin gjørdi sítt til at fólk í hópatali hildu, at skipanin, tey livdu undir, var tann rætta.

Harafturat kom, at nógv á ovastu rókum í Noreg vóru donsk av uppruna og lyndi. Tey hildu seg tí til donsku valdshavararnar. Nógvir ríkir norðmenn fluttu úr Noreg til Keypmannahavnar við øllum ognum sínum, og gjørdu tað tí lættari hjá kongsins embætismonnum at hava tomur á vanligu norðmonnunum.

Tí var tað, at tað ikki bar til hjá Noregs ríki at sleppa sær av við kong.
Uppílegging uttanífrá var neyðug, og hon kom í 1814, tá sviar og russar – tó flest russar – løgdu á og noyddu kong at geva Noreg frá sær.

Her tekur hin greinskrivarin við. Hann er Ola Mestad, sum er løgfrøðiprofessari við universitetið í Oslo.

Hann leggur dent á, at tá kongur gav Noreg frá sær, fór hetta fram við eini yvirlýsing, sum segði, at nú vóru allir norðmenn leysir frá tí trygdareiði, sum teir høvdu svorið kongi við stjórnarskránni frá 7. august 1661 og síðani. Hægstu embætismenn í Noreg søgdu, at hetta vildi siga, at tá kongur hevði loyst fólkið frá eiðinum, so var valdið komið aftur til tey, sum í landinum búðu. Hetta sjónarmið fekk eisini undirtøku hjá kongsins manni í Noreg, prinsinum Kristiani Fríðriki, og gjørdi at umboðsmenn vórðu valdir at koma saman á Eidsvold at gera eina norska stjórnarskrá og velja kong.

Fyri okkum føroyingar eru hesar greinir sera viðkomandi.

Eins og allir aðrir norðmenn livdu vit undir tí totaliteru skipan sum er so væl lýst í hesum tíðarriti. Reistu nakar okkara uggafjarðarnar, so var ikki lukkuligt. Eitt dømi var jú lagnan hjá Nólsoyarpálli. Hann virkaði samstundis sum prædikumaðurin Hauge i Noreg, sum kom í harðasta fongsul.
Høvdu vit ikki fingið bretska álopið á Danmark, er lítið at ivast í, at Nólsoyarpáll eisini var farin somu tungu leið og helst hevði endað sínar dagar í donskum fongsli. Hesi vanlagnu slapp hann undan, men tá Noreg fekk frælsi til sjálvt at skipa síni viðurskifti, helt diktaturskipanin hjá embætismonnunum fram í tí parti av Noreg, sum framvegis var saman við Danmørk.
Grønlendingar, føroyingar og íslendingar vórðu ikki loystir frá tí eiði, sum teir høvdu givið kongi sum norskir tegnar. Her kundu embætismenninir hóreiggja sær sum teir vildu við einahandli og ritskoðan.

Tá kongur í 1849 gav dønum frælsi so teir sluppu at útinna sjálvsavgerðarrætt tjóðanna, sluppu vit tað ikki. Tann fólkavalda danska stjórnin tók heimildarleyst í sínar hendur tað vald, kongur hevði havt yvir okkum. Tann skipan, sum Rian og Melstad so dramatiskt lýsa vera galdandi í Noreg í totaliteru tíðini fyri 1814, helt fram her hjá okkum hóast sáttmáli okkara við Danmørk segði at ríkini vóru javningar. Vit fingu ikki sum danir høvi til at skipa okkara egnu viðurskifti. Hetta hendi hvørki í 1849 ella seinni, og tí er at ynskja at fleiri føroyingar fara at royna at skilja okkara norsku fortíð, tí tað sum teir gjørdu í 1814 er lykilin til loysn av teimum vandamálum, sum vit framvegis hava at striðast við í nútíðini. 

Zakarias Wang