Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara letur upp sølustað hjá Stanley við Norðskála

Tíðindaskriv: Okkara, bryggjaríið á Velbastað, letur í dag kl. 16 upp sølustað við Norðskála við Streymin. Sølustaðið verður rikið í samstarvi við Stanley handilin við Streymin. Snotilig hølir eru innrættaði í suðurendanum á bygninginum. Inngongdin er í suðurendanum á húsunum.

Upplatingartíðirnar verða hesar:

Hósdag frá kl. 16 til 18

Fríggjadag frá kl. 16 til 19 og

Leygardag frá kl. 12 til 14.

Sølustaðið við Norðskála er partur av eini stigvísari menning av sølunetinum hjá Okkara. Ølið hjá bryggjarínum á Velbastað er nú at fáa í Rúsunum kring landið og harumframt hevur bryggjaríið frammanundan depot og útsølur í Vestmanna (Skivan), Tórshavn (Landshandilin), Vági (Torgið), Norðagøtu (PE) og nú eisini við Norðskála (Stanley við Streymin).