Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara letur upp depot á Hálsi í Havn

Tíðindaskriv:Okkara, bryggjaríið á Velbastað, letur í dag mánadagin kl. 10 upp depot á Hálsií Havn. Sølustaðið verður í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi Heykavegur 1. Inngongdin er í millum inngongdini til Bowlinghøllina og aftaru inngongdina til handilin hjá Thomas Dam á Hálsi. Sølustaðið liggur sera høgliga fyri við góðum parkeringsviðurskiftum. Kundar Okkara verða avgreiddir skjótt og gott við Okkara vanligu góðu tænastu.

Upplatingartíðirnar verða hesar:

Mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 10:00 til 17:30

Týsdag frá kl. 14:00 til 17.30

Fríggjadag frá kl. 10:00 til 18:00 og

Leygardag frá kl. 10:00 til 14:00.

Í páskavikuni er opið mánadag og týsdag frá kl. 10 til 17:30, mikudagin frá kl. 10 til 18 og leygardagin páskaaftan frá kl. 10 til 14.

Depotið á Hálsi er partur av eini stigvísari menning av sølunetinum hjá Okkara. Ølið hjá bryggjarínum á Velbastað er nú at fáa í Rúsunum kring landið og harumframt hevur bryggjaríið frammanundan depot og útsølur á bryggjarínum á Velbastað, í Vestmanna (Skivan), Tórshavn (Landshandilin), Vági (Torgið), Norðragøtu (PE), Norðskála (Stanley við Streymin) og nú eisini í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi í Havn.

Upplatingartíðirnar í páskavikuni síggjast á www.okkara.fo.