Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara kós á sjálvstýrisleið

Samfelagið hevur brúk fyri, at seta sjálvstýrispolitikk á breddan. Vit kunnu ikki liva við einari oyðumarkargongd, har vit gerast meiri og meiri knýtt at stuðli úr øðrum landi.

Í okkara valskrá hava vit eisini sett eina kós í sjálvstýrismálum. Vit vilja virka fyri at fáa tað sjálvstýrið, sum vit hava rætt til, tí vilja vit hava, at ein ítøkilig ætlan verður gjørd fyri, hvussu Føroyar stigvíst verða sjálvstøðugar og koma at virka á jøvnum føti við aðrar tjóðir, so hvørt sum fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar.

Flokkurin vil altíð vera við til at taka tøk, ið ganga á sjálvstýrisleið, tí brenna vit eisini fyri at fáa útbúgvingar til Føroyar og at tryggja okkum grøna orku, og harvið gerast meiri sjálvveitandi á orkuøkinum.

Vit hava somleiðis gjørt greitt í okkara valskrá, at ein nýggj stjórnarskipan verður gjørd fyri land okkara.

Jógvan Skorheim,
Form. Nýtt Sjálvstýri