Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara Jól fær sera jaligt ummæli í DK

Tíðindaskriv:

Ølfjepparar ummæla:

Jólaølin Okkara Jól frá bryggjarínum á Velbastað fær sera jalig orð við sær frá einum ummælara á danska netstaðnum Goodbeer.dk. Hetta er ein heimasíða fyri danskar ølfjepparar, har limirnir ummæla nýggjar øl á danska marknaðinum. Ølið hjá bryggjarínum Okkara á Velbastað kom á danska marknaðin í summar og fæst nú til keyps í serhandlum og vínhandlum um alt Danmark. Og tað er farið at síggjast aftur á heimasíðum sum Goodbeer.dk.

”Frækkert fra Færøerne” er pengarnar verd

Í síðstu viku kom eitt drúgt og sera jaligt ummæli av jólaølini Okkara Jól hjá Okkara. Ummælarin greiðir frá, at hann hevur keypt ein kassa av blandaðum jólaøli í einum vínhandli í Århus. Millum hesar er Okkara Jól frá Okkara, ið ummælarin nevnir ”denne frækkert fra Færøerne”.

Og hann heldur fram: ”Her fær ein sanniliga nakað fyri pengarnar. Hetta er kanska ikki ein heilt vanlig jólaøl, men tað er heilt avgjørt ein øl, ið fløvar heilt niður í stórutá. Waau!!!!”

Ummælarin letur sera væl at útsjóndini og smakkinum í Okkara Jólum:

”Longu, tá hon verður skonkt í glasið, vísir hon hon sín sanna kulør. Flottur, reyðbrúnur litur við einum fínum ”off-white” skúmi, sum kortini svinnur stillisliga og róliga. Skúmið ger nakrar fínar blondur í glasinum, og eg valdi at skeinkja hana kjallarakalda. Tað vísti seg at vera eitt gott val, tí smakkirnir vella fram sum ein flóðalda og taka ein fullkomiliga á bóli. Tí hvat væntar ein sum eg , sum ikki hevur roynt tað fyrr, sær av eini føroyskari øl?”

”Hesi ølini skal eg hava fleiri av”

Niðurstøðan hjá ummælaranum er, at Okkara Jól er ein øl, sum ein ikki eigur at lata fara aftur við borðinum, men er ein jólaøl, ið má roynast aftur:

”Eg kann róliga siga, at hesi ølini skal eg hava fleiri av. Hon er heilt perfekt til tann feita jólamatin, tí hon hevur júst tann hvassa kantin, ið ger hana til tað fullkomnu mótvektina. Hon hevur varma í smakkinum og eina munnfyllu, ið gevur eitt langt eftirspæl. Humluprofilurin, kann eg væl siga, ber brá av eini pale ale og gevur ein framúrskarandi karakter og eina smakkuppliving, ið ein ikki angrar. Eg eri 100% sannførdur um, at hetta er er ein super jólaøl.”

Jalig umrøða kann økja um útflutningin

Okkara vónar, at jalig ummæli sum hesi kunnu vera við til at økja um eftirspurningin eftir ølsløgunum hjá Okkara á danska marknaðinum fyri serøl. Og harvið økja um útflutningin til Danmark. Í løtuni ber til at keypa at keypa Okkara Jól, Okkara Rinkustein og Okkara Gull í umleið 100 serøla- og vínhandlum kring alt Danmark.