Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara hækkar partapeningin

Partafelagið Okkara, sum rekur bryggjaríið Okkara á Velbastað, hevur hækkað partapening sín við trimum milliónum, úr knøppum 6 milliónum upp í knappar 9 milliónir krónur. Tað eru verandi partaeigarar, ið hava teknað nýggja partapeningin.

Felagið byrjaði virksemi sítt á sumri 2010, og hevur megnað at bíta seg fast á føroyska marknaðinum og at vinna sær ein týðandi av samlaða føroyska ølmarkaðinum. At partapeningurin verður hækkaður nú, hevur verið verið ein partur av langtíðarætlan felagsins frá byrjan av.

Íleggjararnir hjá felagnum hava alla tíðina verið greiðir yvir, at tað er kapitalkrevjandi at byggja eina fyritøku sum Okkara upp frá grundini av, og at tað tekur tíð at vinna tann marknaðarpartin, sum er neyðugur fyri at fáa lønandi rakstur í longdini.

Men eigararnir trúgva upp á verkætlanina, og tí er farið undir annað stigið í menningini av fyritøkuni. Tá byrjað var í 2010 var málið at vinna 15% av samlaða marknaðinum innan fyri eitt ár.

Hetta málið var væl og virðiliga rokkið, og felagið hevur í dag oman fyri 20% av føroyska marknaðinum. Við nýggja kapitalinum er grundarlagið til staðar at økja munandi um hetta komandi árini.

Sum liður í ætlaðu menningini av felagnum fer Okkara í næstum at koma á marknaðin við fleiri nýggjum ølsløgum.