Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd.

Okkara flokkur hevur fingið álit síðani 2004

Føroya fólk hevur givið okkum og okkara flokki álit so at siga út í eitt, síðani 2004. Hetta er ein stór álitisváttan, sum vit við størstu virðing eiga at bera víðari og fara væl um, inn í framtíðina, segði løgmaður m.a. í formansfrágreiðing sínari á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

FORMANSFRÁGREIÐING - LANDSFUNDUR 2014:

INNGANGUR Góðan dagin - góðu fundarfólk - góðu sambandsfólk!

Vegna Sambandsflokkin fari eg at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin á Landsfundin hjá flokkinum.

Eg vil nýta høvi at takka tykkum øllum, sum arbeiða fyri okkara flokk - tað verði seg sambandsveljarar, lokalnevndir, løgtingslimir og landsstýrisfólk.

Tykkara arbeiðið er orsøkin til, at vit í løtuni síggjast og hoyrast, og skal mín áheitan á okkum øll vera, at vit halda fram við tí góða arbeiðinum.

Vónandi fáa vit ein góðan og gevandi Landsfund, har høvið verður hjá okkum at kjakast og umrøða tær stóru politisku avbjóðingarnar, málini og verkætlanirnar, sum samgongan arbeiðir við, og sum Sambandsflokkurin vil hava ávirkan á.

FORMANSRØÐAN - ENDAMÁL OG INNIHALD

Sambært grein 4 í viðtøkum Landsfelagsins stendur, at: Formaður Landsfelagsins leggur upp til politiskt orðaskifti á Landsfundinum. Hetta orðaskiftið tekur vanliga støðið í einari frágreiðing frá formanninum, og eftir hesum er tað upp til formannin at velja, hvørji politisk evni eru viðkomandi at umrøða.

Eg fari at lýsa politisku støðuna í Føroyum og í Ríkisfelagsskapinum og geva eitt boð uppá nakrar politiskar ætlanir fyri Føroyar og Ríkisfelagsskapin.

Eg fari eisini at lýsa týdningin av inntøkuskapanini í vinnuni, sum er eitt sera týðandi grundarlag fyri at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag og skapa ein tryggan samfelags-búskap.

Eg fari at umrøða tey politisku mál og tær politisku verkætlanir, sum eiga at raðfestast høgt, og sum veruliga kunnu flyta mørk.

SAMGONGUSKJALIÐ ER OKKARA KÓS

Tað verður í ein ávísan mun og fyri tað mesta av andstøðuflokkunum spurt, um Sambandsflokkurin hevur nóg stóra ávirkan á politiska arbeiðið í Landsstýrinum.

Til hetta er at siga, at Sambandsflokkurin er partur av einari samgongu, har hvør einstakur flokkur ikki fær alt ella onki. Spurningurin er um at føra realpolitikk og arbeiða semjusøkjandi við at skapa loysnir fyri okkara land.

Hetta merkir, at tað eru nøkur politisk mál, sum eitt nú Fólkaflokkurin ikki fær ígjøgnum í samgonguni, av tí, at Sambandsflokkurin ikki tekur undir við teimum.

Dømi uppá hetta eru skerjingar á almanna- og heilsuøkinum, sum Sambandsflokkurin á ongan hátt tekur undir við. Tvørturímóti kann staðfestast, at vit við umleið hálvari milliard krónum í útreiðsluvøkstri seinastu árini, hava raðfest tey sosialu málini, sum vit altíð raðfesta høgt í mun til okkara fíggjarorku.

 Sambandsflokkurin hevur í samgongu avgreitt eina røð av málum og hevur td. saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum lagt tilfeingisgjøld á pelagisku vinnuna í form av veiði- og avreiðingargjøldum á makrel og sild - tað, at tað er kostnaðarfrítt at brúka av havsins og fólksins tilfeingi, er ein farin tíð.

Hetta var óhugsandi fyri stuttari tíð síðan. Hetta merkir kortini ikki, at vit hava ein tapara og ein vinnara – nei tað merkir, at við semjusøkjandi politikki og einum sterkum vilja at loysa týðandi politisk mál, sum tæna landinum, so gerast allir partar vinnarar.

Undir øllum umstøðum eru hesi politisku mál avgreidd í mínum tíðarskeiði, sum løgmaður saman við góðum fólkum í okkara tingbólki og saman við dugnaligum landstýrisfólkum.

Sambandsflokkurin tók við landsins leiðslu, tá alheims búskaparkreppan av álvara byrjaði. Tað hevur verði alt annað enn lætt at sita við ábyrgd hesi árini - og ja - vit hava sanniliga eisini tikið neyðug stig, sum ikki altíð hava verið væl dámd, vanliga siga vit, at tað kostar at sita við ábyrgd. Eg kann nevna nøkur politisk mál, sum eru sett í verk ella loyst:

• Bygging av nýggjum miðnámsskúla við Marknagil, 515 mió.kr.

• Prístalsviðgerð av Ríkisveitingini sett í verk í 2012 – ein hækking í hesum valskeiðnum uppá umleið 40 mió.kr. sum meirinntøka til landskassan

• Ríkisveitingin vil við prístalsviðgerð verða hækkað við 100 mió.kr. í 2020

• Áseting av tilfeingisgjaldi á pelagiska veiðu, íalt umleið 300 mió.kr. í inntøkum til landskassan seinastu árini

• Alivinnan fer at geva landskassanum umleið 40 mió.kr. í tilfeingisgjaldi í 2014

• Økt játtan til almannaøkið – umvælingar av ellis- og røktarheimum

• Økt játtan til heilsuøkið – útbygging av landssjúkrahúsinum fyri 400 mió.kr.

• Nýggja ferðavinnustrategi – fleiri eksport- ella valutainntøkur til Føroyar

• Oljuleitingarloyvi – størsta oljuleitiverkætlan nakrantíð fer skjótt í gongd

• Tveir undirsjóvartunlar – Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil

Harafturat eru Føroyar komnar í gjøgnum altjóða fíggjar- og búskaparkreppuna, sum byraði í 2008 nógv betri og skjótari enn onnur lond. Nakað av hesari framgongd skyldast uttanífrá komnað ávirkan, men landsstýrið hevur eisini aktivt tikið nakrar avgerðir, sum eru við til at menna samfelagið rætta vegin og burtur úr kreppuni.

Eitt nú hava vit havt rímuligan búskaparvøkstur, lágt arbeiðsloysið og ein handilsjavna, sum vísir, at vit innflyta framleiðslutól til vinnuna – nakað, sum hevur við sær, at vit fáa eitt betri kappingarføri og kunnu framleiða okkum til enn hægri og varandi vøkstur.

Flokkurin er nú eisini vorðin størsti flokkur á Løgtingi síðani 1932 við 9 tingmonnum.

Men ein tann størsta avbjóðingin er at koma burtur úr hallinum á fíggjarlógini uttan at gera skaða á vælferðarsamfelagið.

AVBJÓÐINGAR Í POLITIKKI

Tað vísir seg, at í politikki er lætt at semjast um politiskar visjónir og tey mál, sum vit eiga at seta okkum. At seta sær sum mál at fáa heimsins bestu fiskivinnuskipan ella miðað eftir heimsins bestu vælferðarskipan kann ongin uttan víðari verða ósamdur um.

Stóra politiska avbjóðingin uppstendur, tá vit skulu taka avgerð um, hvussu vit náa málunum, tvs. hvørjar meginreglur, skipanir, strategi, orka og fígging skal brúkast fyri at náa teimum málum, sum vit vilja seta okkum.

Vit muga seta okkum realistisk politisk mál, sum kunnu gjøgnumførast og eisini seta ambitiøs mál. Tað snýr seg um at flyta mørk og við hvørt hugsa stórt og finna nakrar hóskandi javnvágir og raðfestingar í politiska arbeiðinum, soleiðis at vit koma á mál.

Í politikki hoyra vit mest um politisku visjónirnar og málini, men hoyra ov lítið um, hvussu vit skulu náa hesum málunum.

POLITISKA STØÐAN Í FØROYUM – POLITISK AVRIK

Føroyar eru í høvuðsheitum eitt gott og trygt land at búgva í – bæði fyri eldri, vaksin, ung og børn.

Vit hava sjúkrahús, sum taka sær av okkara sjúku, vit hava ellisheim, sum taka sær av okkara eldru og óhjálpnu, vit hava barnagarðar og vøggustovur, sum taka sær av okkara børnum, vit hava skúlar, har tey ungu kunnu útbúgva seg, vit hava dugnalig ítróttarfólk, vit hava dugnalig lista- og tónleikafólk, vit hava dugnaligar handverkarar, vit hava nógvar vinnufyritøkur, sum eru í vøkstri, fyritøkur, sum virka altjóða, vit hava dugnaligar og raskar fiskimenn, sum fáa okkara tilfeingi til lands til framleiðslu, dugnalig fólk í alivinnuni o.a.

Vit hava sostatt eina røð av funktiónum, stovnum og fyritøkum, sum alt er við til at skapa góðar fortreytir fyri trivnaði og menning.

Tað eru ein røð av vørum og tænastum, sum vit ikki framleiða í Føroyum, og sum vit muga útvega okkum frá útlandinum – talan er td. um innflutning av akførum, tilfar og útgerð til hús, framleiðslutól, klæði og skógvar, orka, skip og flogfør.

Hetta merkir, at vit skulu verða effektiv og fáa meira fyri minni undir verandi skipanum. Vit skulu eisini skapa virðisøking í okkara útflutningi – heilt einfalt fyri at hava bestu møguleikar at útvega ella innflyta vørur og tænastur, sum vit av ymiskum orsøkum ikki framleiða og vinna inntøkur uppá - og sum eru avgerandi fyri okkara vælferð og menning.

Vit muga gera broytingar frá vanahugsan til nýhugsan og til leypandi menning. Hetta tí, at vit á øllum vegamótum - sum samfelag og vinna - eru í kapping við onnur lond um okkara borgarar og í kapping við útlendskar fyritøkur um okkara vørur og tænastur.

Vit skulu vísa vilja og tora at virka og handla við nýskapan, bæði í samfelagnum og vinnuni – hetta fyri at megna kappingina og fyri at varðveita og útbyggja okkara vælferð.

Samfelagsbúskapur og búskaparpolitikkur

Føroyski samfelagsbúskapurin hevur tað gott samanborið við onnur lond í Evropa. Vit kunnu staðfesta ein búskaparvøkstur í 2012, partar av vinnuni royna at gera nýíløgur, og arbeiðsloysið er lækkað til tað lægsta í Evropa.

Ein stór búskaparpolitisk avbjóðing verður kortini at fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini. Hetta skal gerast í einari javnvág millum at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum, samstundis sum vit fremja átøk fyri at styrkja inntøkusíðuna.

Vit skulu framyvir framleiða og bygnaðarbroyta okkum burturúr halli, skuldarvøkstri og arbeiðsloysi. Hallið á fíggjarlógini skal eftir ætlan fáast burtur í 2016, samstundis sum vit muga styrkja okkara vælferðarskipan – hetta krevur nógv av okkara flokki og okkara politikarum.

Landsstýrið heldur, at inntøkur landskassans í størri mun skulu útvegast umvegis ein vinnu-drivnan inntøkuvøkstur og nýggjar inntøkukeldur frá okkara náttúrugivna tilfeingi – og ikki búskaparvøkstur umvegis hall á fíggjarlógini og lántøku. Vit eiga frá nú av at raðfesta ovast karmar, skipanir og bygnaðir fyri inntøkuskapan og virðisøking innan verandi vinnur og nýggjar vinnur.

Málið hjá mær sum løgmanni og landsstýrinum er at føra ein álitisvekjandi og ábyrgdar-fullan fíggjar- og búskaparpolitikk komandi árini og royna at fylgja teimum langtíðarætlanum og raðfestingum, sum verða lagdar.

Støðan í samfelagsbúskapinum er í løtuni eyðkend við:

• Búskaparvøkstur, BTÚ

• Arbeiðsloysið er støðugt lækkað frá 8,3% til 3,7%

• Útflutningurin fer væntandi at seta met í ár, nú tað pelagiska og alivinnan hevur tað sera gott.

• Íløgur hjá landi, kommununum og tí privata hava sjáldan verið størri, og er hetta eitt tekin um at álit er á førda politikkinum.

• Lønargjaldingarnar hjá tí privata eru støðugar – tað vinnuliga virksemið er høgt.

Harafturat kann nevnast, at landsstýrið hevur lagt eina nýggja ferðavinnustrategi, sum skal tryggja inntøkur fyri slaka milliard. Oljuboringar fara at geva fleiri 100 mió.kr. í inntøkum í ár til samfelagið.

Eisini fekk Sambandsflokkurin í lag eina prístalsviðgerð av ríkisveitingini og fer henda at hækka hetta valskeiðið við sløkum 40 mió.kr. Framskrivingar vísa, at meirinntøkurnar frá prístalsviðgerðini verða uml. 100 mió.kr. í 2020

Mítt uppskot skal vera, at prístalsreguleringin av ríkisveitingini eftir valið 2015 verður markað til at hækka fólkapensjónina.

Fólkavøkstur

Føroyar hava seinastu árini upplivað eina fólkaminking, men hetta er vent til ein ávisan fólkavøkstur. 

Eg haldi, at tá talan er um fólkavøkstur, so eigur tað at vera ein breiður meiriluti á Tingi fyri teimum tiltøkum, sum mett vera neyðug at seta í verk.

Eftir mínari meting finst ikki nøkur einføld loysn uppá fólkavøkstur í einum lítlum fjarskotnum landi. Tí hevur landsstýrið sett í verk fleiri ymisk tiltøk.

Tað er eftir mínari meting ein røð av faktorum, sum muga spæla saman – eitt nú arbeiðspláss í vinnuni og hjá tí almenna, útbúgvingarmøguleikar, eitt íverksetaraumhvørvi, bíligir og fjølbroyttir bústaðarmøguleikar, møguleikar fyri at íðka ítriv av ymiskum slag, lágt kostnaðarstøði fyri húsarhaldini, ferðingamøguleikar og lágir ferðaseðlaprísir o.a.

Uppgávan verður ikki løtt, og tað fer at taka tíð at venda gongdini. Tað er eftir mínari meting ikki nóg mikið at steðga verandi gongd – tað skal fyllast uppaftur við tí aldursbólki, sum er í besta arbeiðsaldri.

Landsstýrið hevur partvíst sett í verk ætlan um fólkavøkstur. Bústaðir er farið undir at byggja minni og bíligari íbúðir, Fróðskaparsetrið hevur sett á stovn nakrar hægri útbúgvingar og granskingarpark er sett á stovn.

Tað er eisini uppgávan hjá føroyska vinnulívinum at seta vælútbúgvin fólk í starv – heilt einfalt fyri at virka professionelt og megna altjóða hørðu kappingina.

Vinnan og vinnustrategi

Føroyska vinnan tørvar sum heild greiðar og støðugar karmar at arbeiða innan¬fyri komandi árini. Á nøkrum økjum eru karmarnir rættuliga greiðir – eitt nú innan alivinnuna, meðan karmarnir innan fiskivinnuna skulu broytast og gerast greiðari.

Tað liggur eitt stórt potentialið í verandi høvuðsvinnum, sum fiskivinna, alivinna og ferðavinna.

Áðrenn vit arbeiða við nýggjum ókendum vinnugreinum o.a., so má kravið vera, at tað, sum vit hava sum okkara vinnuliga grundvøll, kent og roynt tilfeingi, verður troytt so optimalt sum gjørligt.

Vit leggja í løtuni eina vinnustrategi, sum greitt ásetur greiðar politiskar karmar, kósina, málini og politisku raðfestingarnar í vinnuni.

Tað er týdningarmikið, at útflutningsmøguleikar og marknaðaratgongd verður raðfest høgt politiskt.

Vinnan annars

Føroyar eru eitt kostnaðarmikið land, tá talan er um innkeyp av húsarhaldsvørum, og hetta rakar hart láginntøkurnar og barnafamiljurnar. Ein týðandi partur av arbeiðinum at lækka prísstøðið er kapping og eitt vælvirkandi eftirlit.

Fiskivinnan

Í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, eiga at gerast broytingar viðvíkjandi, hvussu vit skipa fiskivinnuna, m.a. eigur skipanin at byggja á grundregluna um at reka fiskivinnuna eftir marknaðartreytum uttan rakstrarstuðul og við støði í altjóða góðkendum reglum um burðadyggan fiskiskap.

Grundarlagið fyri at skipa fiskivinnuna búskaparliga og lívfrøðiliga øðrvísi er m.a. tann umsit-ingarætlan, sum er gjørd og sum skal fylgjast soleiðis, at vit fáa størri úrtøku og inntøkur úr okkara fiskastovnum.

Allur fiskur eigur so vítt gjørligt at landast um føroyskan keikant fyri at skapa lønandi arbeiðspláss í vinnuni.

Tilfeingisgjald verður framhaldandi lagt á makrelveiðuna og sildaveiðuna. Í 2014 er ætlanin at leggja eitt tilfeingisgjald á øll brúksrættindi innan fiski- og alivinnuna.

Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið, soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur eitt áramál inn í framtíðina.

Sambandsflokkurin fer td. ikki at góðtaka, at latin verða rullandi loyvi og óavmarkaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna. Sambandsflokkurin fer heldur ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðuloyvum – hetta svarar til eina avhandan av ognar- og ræðisrættinum til bankarnar.

Alivinnan

Tað er eydnast politisku myndugleikunum saman við vinnuni at skipa alivinnuna í nakrar støðugar og tryggar karmar. Hetta eigur at haldast fast um og verða víðariment.

Í løtuni verða møguleikarnar við eitt nú aling á opnum havi kannaðir fyri at skapa menning og vøkstur í hesari vinnugrein.

Tað er at frøðast yvir, at alivinnan í løtuni stendur fyri 30%-40% av útflutningsvirðinum. Tær stóru búskaparligu avbjóðingarnar fyri alivinnuna verða komandi árini at skapa lønsemið við lágum kostnaðum.

Hinvegin eru nýggir marknaðir, sum USA, Russland og Kina, í alt størri mun við til at tryggja ein støðugan og lønsaman marknað fyri føroyskan laks.

Vælferðartænastur

Føroyar hava valt eina fólkaræðisliga vælferðaskipan, sum merkir, at øll eiga at hava atgongd til almennar vælferðar

tænastur – uttan mun til inntøku, bústað og annað. Sam-bandsflokkurin ynskir eitt samfelag, sum rúmar øllum samfelagsborgarum – nakað, sum er grundleggjandi neyðugt fyri, at fólk vilja virka og búleikast í Føroyum.

Føroyar kappast á vælferðarøkinum við onnur lond, og kunnu vit ikki sum samfelag tryggja eins góðar vælferðartænastur, sum í øðrum londum, so er vandi fyri fráflyting og vantandi tilflyting.

Sambandsflokkurin ynskir tí framhaldandi at styrkja og brúka neyðugan pening til sosialar kjarnutænastur, sum heilsumál, almannamál, útbúgvingarmál og mentamál, soleiðis at ongin skal ivast í, hvat flokkurin stendur fyri á vælferðarøkinum.

Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu, er játtanin til Almannamál, Heilsumál og Mentamál hækkað við 382 mió. kr., um vit frárokna Heilsutrygd. Í 2008 vóru hesi øki 72% av rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini ( frároknað løgur) og í 2014 eru hesi øki heili 80,8% av fíggjarlógini, eftir at vit seinastu árini hava uppraðfest hesi øki. Harafturat hevur Sambandsflokkurin hækkað ríkisveitingina.

Hetta eru sosial liberal tøl, sum tala.

Hægri raðfesting á sokallaða vælferðarøkinum 382 mió.kr. síðani 2009 og 495 mió.kr. síðani 2008.

Heilsumál 745 mió.kr. 2009 og 971 mió.kr. 2014 meira játtan uppá 226 mió.kr. minus Heilsutrygd 134 mió.kr. hægri raðfesting uppá 92 mió.kr.

Almannamál 1,557 mió.kr. 2009 og 1,750 mió.kr. í 2014 hægri raðfesting 193 mió.kr.

Mentamál 868 mió.kr. í 2009 og 965 mió.kr. í 2014 mió hægri raðfesting 97 mió.kr. Men vit muga ikki gloyma, at fyri at hava neyðugan pening at seta av til sosialar tænastur, er neyðugt við inntøkum og vælstandi gjøgnum búskaparvøkstur.

Almannatænastur

Almannatænasturnar eru nógv mentar seinastu árini, men tað hevur eisini havt við sær, at hetta økið er vorðið sera útreiðslukrevjandi – bæði tá talan er um rakstur, lógarbundnar útreiðslur og íløgur. Almenna vælferðarskipanin er eisini komin undir serligt trýst orsakað av hallinum á fíggjarlógini o.a.

Eitt, sum eg eri fegin um, er, at síðan okkara flokkur kom á vakt í landsins stjórn, hava vit játtað yvir eina millard krónur meira í hægri raðfestingum í rakstri og íløgum innan heilsumál, almannamál og mentamál. Hetta prógvar svart uppá hvítt, at vælferðarøkið er eitt av okkara politisku hjartamálum.

Við núverandi halli á fíggjarlógini verða tær størstu avbjóðingarnar á almannaøkinum at varðveita verandi tænastustøðið. Fyri at kunna gera hetta, verður neyðugt at fremja umleggingar og rationali¬seringar og samtundis gera neyðugar íløgur. Harafturat verður neyðugt við saman¬leggingum av funktiónum og betri samskipan millum td. Almannaverkið og Heilsuverkið.

Landsstýrið hevur gjørt eina eldralóg, soleiðis at ongin ivi í framtíðini verður um, hvørji rættindi og skyldir okkara eldru hava.

Endurvenjing er ein týðandi táttur at hjálpa fólki at fáa eitt virðiligt og eftir umstøðunum sjálvstøðugt lív, eftir skaða- og sjúkratilburð.

Sosiali profilur Sambandsfloksins

Seinastu tíðina hevur alment verið funnist at, at ov lítið hendir á sosiala økinum - vantandi sosialur profilur hjá Sambandsflokkinum.

Hetta er kortini ikki veruleikin. Eg kann vísa á, at 2 tey seinastu árini eru hesi mál loyst á td. almannaøkinum:

• Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt - nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað

• Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu

• Barnahús til børn, ið eru útsett fyri harðskap, herundir kynsligan harðskap

• Barnaumboð sett á stovn - sambært kravi í ST barnarættindasáttmálanum

• Barnabati økta játtan til "Tú og eg ráðgevingina"

• Sorgarbólkurin Berin økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna.

• Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum

• Depil til fjølbrekað børn sett í gongd, og sum verður tikin í nýtslu í ár

• Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum sett í gongd, og sum standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum.

• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku sett í gongd, og sum standa lidnar í ár

• 2 mió. kr játtaðar til Fountain House, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku.

• 250 tús. kr játtaðar til kvinnuhúsið til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving.

• Eldralóg borin í Tingið

• Lóg um útlegging av eldraøkinum borin í Tingið

• Dagtilhald fyri dement í Vági og Fuglafirði

• Rehabilitering verður sett á stovn í Eysturoynni

• 15 mió.kr játtaðar eyka til eldraøkið í ár

Hesar broytingar eru hendar, meðan Sambandsflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu seinastu valskeiðini.

Hinvegin eiga vit altíð at raðfesta soleiðis og arbeiða fyri, at játtanirnar fara til tær kjarnutænastur, sum skulu veita borgarunum ein betri dagligdag, og har sum tørvur veruliga er á betringum. Tvs. at játtanirnar eiga at røkka heilt út til endabrúkaran, sum veruliga kann merkja tær betringar, sum verða gjørdar.

Heilsutænastur

Tað almenna eigur at raðfesta heilsu og trivnað høgt í samfelagnum. Harafturat eigur alla tíðina at verða arbeitt fyribyrgjandi við tí endamáli at tryggja borgarunum eitt dygdargott lív og at raðfesta, soleiðis at sum mest fæst fyri játtanirnar.

Allir borgarar skulu tryggjast rætt til eina dygdargóða sjúkraviðgerð uttan mun til, hvar í landinum hesi búgva antin á staðnum ella á øðrum sjúkrahúsi. Virksemið og funktiónir á teimum 3 sjúkrahúsunum eigur framhaldandi at samskipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð.

Føroyar eru eitt lítið land við avmarkaðari fíggjarorku, og tí eigur landið at samstarva við útlendsk sjúkrahús um serviðgerðir av ymiskum slag.

Sambandsflokkurin fer ikki vegna sparingar at útseta neyðugar serviðgerðir uttanlands og neyðugar viðgerðir innanlands við tí úrsliti, at tað í longdini gerst dýrari við, at fólk ikki sleppa aftur til arbeiðis ella kunnu virka normalt.

Útbúgving og Mentan

Útbúgving

Útbúgving og førleikamenning er ein sera týðandi partur og ein treyt fyri menningini í samfelagnum og vinnuni. Føroyar og føroysk vinna kappast heilt greitt við onnur lond og útlendskar vinnur um bestu arbeiðsmegina – Føroyar eru ikki longur ein isoleraður arbeiðs-marknaður.

Henda vaksandi kapping krevur, at okkara útbúgvingarskipan lagar seg til tørvin hjá sam-felagnum og vinnuni á útbúgvingum og førleikamenning - og eisini, at føroysk vinna eftirspyr nýggjastu vitanina og førleikarnar. Føroyar eiga eisini at gerast eitt land, sum kann draga til sín ungfólk úr útlandinum at útbúgva seg í Føroyum – hægri útbúgvingar o.a.

Til tess at nøkta hægri krøvini til okkara útbúgvingarskipan verður neyðugt við broytingum og reformum, sum kunnu dagføra okkara skipanir, bæði bygnaðarliga og innihaldsliga.

Tað hevur stóran týdning, at vit innan fólkaskúlan taka okkum betur av næmingum við serligum trupulleikum, soleiðis at viðurskiftini gerast tryggari fyri øll tey, sum skulu liva og virka í felag innan skúlagátt.

Byggingin av nýggja Skúladepilinum við Marknagil í Tórshavn er farin í gongd. Úrslitið innan hetta frambrot av skúlabygging verður ein stór rationalisering í rakstrinum og fleiri útbúgvingarmøguleikar á teimum trimum miðnámsskúlum í økinum.

Aðrar stórar útbyggingar á miðámsskúlaøkinum eru Tekniski Skúlin í Klaksvík og miðnámsskúlin á Kambsdali.

Á Fróðskaparsetrinum eru settar á stovn nakrar hægri útbúgvingar, sum skulu eggja føroyingum at verða ein part av lestrartíðini í Føroyum og soleiðis eisini venda aftur til Føroya eftir loknað útbúgving í útlandinum, m.a. innan orku og umhvørvi og løgfrøði. Fróskaparsetrið verður eftirmett av óheftari uttanhýsis serfrøði við tí endamáli at tryggja eitt altjóða dygdarstøðið í undirvísingini og frálæruni.

Nýggj miðnámskúlaskipan er sett í verk umframt nýggj skipan á yrkisútbúgvingarøkinum, og eisini nýggjar útbúgvingar á hesum øki.

Miðnámsskúlatilboð verða veitt til næmingar innan autismuøkið, sum fyrr vóru noyddir at fara av landinum.** Mentanin** Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

Tað er ikki gjørligt at lata list og mentan klára seg á marknaðartreytum. Tað almenna noyðist at stuðla okkara list og mentan. Til tess at raðfesta og stuðla dygdargóða list og mentan eiga vit at brúka okkara lista- og fakfólk á økinum og annars eisini lurta eftir breiða fólkaviljanum.

Gomul føroysk træskip verða stuðlað, arbeiðið at menna føroyska dansin millum ung hevur fingið hægri játtan, vit stuðla filmslist og fyrireika útbyggingar í Sortudýki umframt av Tjóðleikhúsið.

Orkumenning

Orkumenning snýr seg um at menna nýggjar varandi orku¬keldur, fremja orkusparandi tiltøk og menna grøna orku, sum kann verða við til at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur og minka um umhvørvisdálking.

Tað fer at krevja stórar íløgur og útreiðslur fyri at leggja um til aðrar orkukeldur, men hetta skal síggjast í mun til, at tað við tíðini gerst enn dýrari onki at gera.

Sostatt skal orkupolitikkur eisini síggjast sum partur av samlaða vinnupolitikkinum. Hesir hanga óloysiliga saman, av tí, at kappingarfør og støðug orkuveiting er ein av fortreytunum fyri vinnuligari menning og vøkstri.

Landsstýrið arbeiðir við at gera eina ítøkiliga langtíðarætlan fyri, hvussu íløgur í orkumenning skulu gerast komandi 20 árini.

Onnur politisk mál og verkætlanir

Flutningsmøguleikar við umheimin

Landsstýrið vónar og væntar, at leingjanin av flogvøllinum vil draga at sær nýggjar operatørar at flúgva millum Føroyar og útheimin.

Arbeiðið við nýggja terminalinum á flogvøllinum er ígongd, og verður hesin liðugur at taka í nýtslu í mai 2014.

Tað er sera neyðugt fyri menningina í okkara landi, at flutnings- og ferðakostnaðurin sjóvegis og loftvegis er so kappingarførur sum gjørligt.

Landsstýrið hevur, saman við nevndini í Atlantsflog, arbeitt við, at felagið sjálvt keypur aftur privatu partabrøvuni í felagnum. Lógarbroyting er gjørd, sum heimilar at keypa aftur 1/3 av teimum partabrøvunum, sum eru privat.

Landsstýrið vónar við hesari umskipan, at leggjast kann ein greið strategi fyri Atlantsflog, sum m.a. hevur innbygt lægri ferðaseðlaprísir.

Altjóðagerðing

Føroyska samfelagið og vinnan hava í fleiri ár merkt ávirkanina frá altjóðagerðini – nakrar tillagingar hevur altjóða samfelagið kravt at vit seta í verk, meðan aðrar tillagingar eru gjørdar av egnum vilja. Tað er ein røð av krøvum og møguleikum, sum samfelagið og vinnan framhaldandi fara at standa yvirfyri.

Eisini eiga vit at styrkja samstarv, um sendistovutænastur og fremja upplýsandi átøk um Føroyar og føroyska vinnu og selja Føroyar sum íløguland og ferðamannaland.

RÍKISFELAGSSKAPURIN

Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagsbúskapin og harvið eisini tryggleikan hjá føroyingum á vælferðarøkinum.

Skipanin við Ríkisfelagsskapinum er við til at minka um stóru niðurgongdina og sveiggini í føroyska búskapinum.

Í løtuni er Ríkisfelagsskapurin undir einum ávísum trýstið orsakað av ósemjuni millum EU og Føroyar. Hinvegin eru nøkur av strandalondunum komin til eina semju um býtið av makrelinum og tí eru góð útlit fyri, at tað handilsbann, sum sett er í verk móti Føroyum frá ES, verður sett úr gildi.

Landsstýrið arbeiðir annars framhaldandi við at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, eitt nú at halda regluligar ríkisleiðarafundir o.a.

Annars vil Sambandsflokkurin at verandi samstarv á almanna-, heilsu-, útbúgvingar- og mentanarøkinum verður ment.

POLITISKAR VISJÓNIR - MÁL OG STRATEGI

Fyri Føroyar

Vita vit nóg greitt, hvat vit vilja við okkara landi og samfelag?

Áðrenn vit taka avgerð um framhaldandi kósina hjá flokkinum og framtíð Føroya, so er nærliggjandi at seta okkum hesar spurningar:

• Hvat livistøði ynskja vit – vælstandur og vælferð

• Hvussu skulu vit umsita okkara náttúrugivnað tilfeingi

• Hvussu skapa vit bestu karmarnar fyri vinnuna

• Hvussu skapa vit eitt kappingarført samfelag – fólk og vinna

• Hvussu fullnýta vit møguleikarnar á altjóða pallinum

Tá vit hava svarað hesum spurningum, kunnu vit eisini í framtíðini síggja, hvussu vit brúka Ríkisfelagsskapin til at menna okkara samfelag.

Eg veit, hvat eg vil við Føroyum. Føroyar eru ikki eitt perfekt land, men vit hava møguleikarnar fyri at skapa framburð – vit skulu bara hava vilja og dirvi at taka røttu politisku avgerðirnar, herundir áseta karmarnar og kósina.

Føroyum tørvar ikki einans stabilitet og at halda nøsina beint omanfyri vatnskorpuna – Føroyum tørvar vøkstur. Vit muga virka í dagliga politiska arbeiðinum eftir einari vinnarastrategi og gerast kappingarfør á øllum viðkomandi økjum.

Føroyingar hava krav uppá at vita, hvat vit í samgonguni vilja - hvat eg vil, sum løgmaður – fyri at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag.

Fyri Ríkisfelagsskapin

Vita vit nóg greitt, hvat vit vilja við Ríkisfelagsskapinum, ella taka vit henda felagsskap bara fyri givið?

Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fer at verða broytt soleiðis, at londini í størri mun fara at arbeiða við møguleikum í staðin fyri forðingum, tvs. at brúka politiskar møguleikar í staðin fyri løgfrøðiligar forðingar.

Eg haldi, at vit eiga at taka uppaftur stjórnarskipanararbeiðið og gera tað liðugt. Ein nýggj stjórnarskipan kann verða við til at sláa fast, at vit eru í ríkisfelagsskapi og at tað ikki skal bera til at loysa uttan við fólkaatkvøðu.

Sambandsflokkurin slær fast, at útgangsstøðið fyri broytingum í Ríkisfelagsskapinum verður menning og ikki avtøka.

Farleiðir í politikkinum

Eg kundi hugsa mær, at Sambandsflokkurin arbeiðir við hesum fýra politisku farleiðum fyri at skapa menning og vøkstur komandi árini:

1. Nýskipan og menning í verandi vinnugreinum – fiskivinna, ferðavinna og alivinna

2. Nýggj og fleiri arbeiðspláss í vinnuni

3. Fólkavøkstur

4. Føroyar meira virkið í Ríkisfelagsskapinum og á altjóða støði

At velja hesar farleiðir krevur breiða politiska, vinnuliga og fólksliga undirtøku.

STEVNUSKRÁ FLOKSINS

Sambandsflokkurin er ein liberalur og demokratiskur flokkur. Sambandsflokkurin er eisini ein sosialt sinnaður flokkur. Harafturat er flokkurin tann einasti flokkur á Tingið, sum fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum.

Vit skulu øll standa saman um stevnuskrá floksins og troyta allar teir møguleikar, sum henda gevur fyri menning av Føroyum og Ríkisfelagsskapinum.

Stevnuskrá floksins er eitt gott amboð og leiðstjørna at menna føroyska samfelagið. Neyðugar broytingar, tillagingar og raðfestingar í politikki floksins kunnu gott gerast innan verandi stevnuskrá.

Hinvegin kunnu verða ymiskar meiningar um, hvørji mál skulu setast, og hvussu mál¬ini verða nádd.

Men veljarin skal trygt kunna halda seg til stevnuskrá floksins.

VALSTRÍÐ - KOMANDI LØGTINGS- OG FÓLKATINGSVAL

Verandi samgonga hevur nú sitið meira enn helvtina av valskeiðnum. Sostatt er ikki long tíð eftir til tað fer at síggjast aftur í politiska arbeiðinum, at eitt val stendur fyri framman.

Sambandsflokkurin er ein ábyrgdarfullur flokkur og fer ikki á nakran hátt at taka avgerðir, sum hava eittans endamál at útvega kostnaðarmiklar atkvøður til valið.

Sambandsflokkurin heldur seg til gjørdar avtalur hetta valskeiðið og vil heldur brúka tíðina upp til komandi val at seta út í kortið nýggj politisk mál og prosjektir – hetta við útgangsstøði í tí, sum borgarin, samfelagið og vinnan hava tørv á.

Sambandsflokkurin fer í nærmastu framtíð at byrja fyrireikingarnar til valið og ynskir at hoyra, hvat sambandsveljarar halda um førda politikkin, og hvørji mál og prosjektir eiga at raðfestast í framtíðini.

Lat ongan iva vera um, at ambitiónirnar og málið hjá Sambandsflokkinum er at gerast ein vinnari til komandi løgtings- og fólkatingsval, tvs, gerast størsti flokkur á Tingi og gerast partur av landsins leiðslu ella stjørn.

BOÐSKAPIR

Sambandsflokkurin hevur higartil í hesum valskeiðnum, saman við hinum flokkunum í samgonguni, skapað nøkur ítøkilig úrslit og framgongd.

Føroyar eru á rættari kós, og greið tekin eru um eitt Føroyar, sum hevur stórar møgu¬leikar fyri framman, eitt nú innan fiskivinnu, oljuvinnu, frálandavinnu, ferðavinnu, alivinnu o.a.

Tað er neyðugt við einum semjusøkjandi politikki, sum skapar úrslit. Hinvegin skal Sambandsflokkurin ikki selja út av sínari stevnuskrá ella sínum politisku kjarnuvirðum – mark er fyri, hvussu langt flokkurin førkar seg fyri at samstarva.

Fyri veljaran má ongin ivi verða um, hvat Sambandsflokkurin stendur fyri, og hvat flokkurin er settur í verðina til.

Lat okkum saman framhaldandi verða hugreyst fyri at styrkja okkara flokk soleiðis at tað er pláss fyri bæði borgarligum og sosialliberalum virðum innanfloks.

Fyri at hava ávirkan krevst samstarvsevni og vilji, harumframt krevst, at tað er høgt til loft og vítt til veggja.

Føroya fólk hevur givið okkum og okkara flokki álit so at siga út í eitt, síðani 2004. Hetta er ein stór álitisváttan, sum vit við størstu virðing eiga at bera víðari og fara væl um, inn í framtíðina.

Fari at ynskja tykkum framhaldandi ein góðan Landsfund.

Takk fyri øll somul!

Vinarliga

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins