Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara cider

Tíðindaskriv – Okkara Cider:

Hesa vikuna letur Okkara bryggjarí á Velbastað enn eina nýggja vøru á marknaðin. Nú kemur Okkara Cider.

Okkara Cider er ein súrepla cider, sum verður at fáa í dós og á fati.

Tað hevur tikið drúgva tíð at menna Okkara Cider. Okkara hevur lagt dent á at finna fram til ein cider, sum er frískligur og lættur at drekka við hóskandi brúsi í. Tað sum er komið burturúr er ein cider har smakkurin av súreplum og søtleikin hava eina hóskandi javnvág, sum passar væl til føroyska marknaðin. Okkara hevur lagt áherðslu á at skapa leskiligan cider, sum er góður at njóta í føroyska summarinum.

Okkara heildarveitari.

Nú Okkara Cider er komin á marknaðin, fevnir vøruúrvalið hjá Okkara um øll vanlig sløg av øli og cider, sum oftast verða brúkt til tiltøk og veitslur. Talan er um Pilsnar, Klassik, Vanliga, Gull, Tróndur og nú Cider. Av serølum hevur Okkara Rinkustein og Portara og av hátíðarølum hevur Okkara Ólavur, Jól og Páskir.

Sodavatn og leskidrikkir letur Okkara í samstarvi við PM heilsølu.

Útflutningur

Okkara hevur eisini ætlanir um at útflyta Okkara cider til Íslands. Cider er rímiliga nýtt í Íslandi. Íslendingar eru 2 tey seinastu árini farnir at drekka rættuliga nógvan cider, so her er talan um ein vaksandi marknað, sum okkara sær spennandi møguleikar í.