Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Okkara Brandan – sterkasta føroyska ølin higartil

Tíðindaskriv:

Tá tað 1. apríl gjørdist loyvt at bryggja sterkt øl í Føroyum, boðaði Okkara frá, at bryggjaríið ætlaði at fara undir at bryggja nýggjar serøl, ið skulu gagnnýta møguleikarnar, sum økta styrkin gevur at gera meira burtur úr smakkinum í ølinum.

Nú kemur tann fyrsta av hesum nýggju og sterku serølunum frá Okkara. Hon hevur fingið navnið Okkara Brandan, ið sipar bæði til munkin, ið sambært søgufrøðingum var tann fyrsti, ið fann Føroyar, og til tær sonevndu munkaølirnar, sum eru so kendar í Suður- og Miðevropa, ikki minst í Belgia.

Okkara Brandan er ein øl, sum bryggjaríið er sera stolt av. Hon er bryggjað við ríkiligum av øllum tilfari, hon hevur fingið nógva tíð í bæði bryggingini og lagringini, og hetta er fyrsta føroyska ølin, ið er bryggjað við sonevndari trappistger. Hon er bryggjað í november 2011 og hevur eitt sera drúgt haldbari, ið kann samanberast við tað, ið vit vanliga vænta okkum av víni.

Sankta Brandan var írskur munkur og tiltikin sjófari, sum sigtst at hava ferðast til Amerika í skinnbáti. Brandansvík liggur í Kirkjubø, í somu sókn sum Okkara Bryggjarí.

Okkara Brandan hevur íblástur frá teimum gomlu munkaølunum, sum í høvuðsheitum vórðu bryggjaðar í Suðurevropa. Munkarnir nýttu eina serliga ger, ið er kend undir navninum trappistger. Til hesa serligu gerina er so tilsett kandismalt og ymisk sermalt, og á henda hátt er roynt at endurskapa angan og fylluna í upprunaligu munkabjórini.

Serligi bryggingarmátin hjá Okkara at geva øli smakk við at tilseta upphitað poknugrót er eisini nýttur at leggja smakkbrigdi aftur at Okkara Brendan.

Samstundis er Brandan eisini ein kraftmikil øl, ið er bryggjað við humlum, ið geva ølini ríviligt av bittursmakki. Hon hevur eitt IPU omanfyri 80. IPU er mát fyri hvussu nógv humlan hevur latið av bittursmakki í ølina.

Gomlu munkarnir munnu neyvan hava ímyndað sær eina samanseting av nýggjum aromatiskum humlum, sermaltum og føroyskum poknugróti, men Sankta Brandan hevði helst frøtt seg, og tað vóna Okkara eisini, at føroyingar fara at gera.

Brandan er ein sterk øl á heili 10,4 vol%. Harvið er hon eisini sterkasta føroyska ølin, ið higartil er komin á marknaðin. Sterkar øl halda sær væl og fløskurnar eru merktar 24 mánaðir fram. Tó kann Okkara Brandan halda sær í fleiri ár, um hon verður goymd á rættan hátt.

Men meiri áhugavert enn styrkin í sær sjálvum er, at hetta er ein øl, ið miðar eftir at gagnnýta møguleikarnar, sum høg alkoholstyrki gevur, fyri at skapa spennandi og samansettar smakkir. Við hesi ølini ynskir Okkara at geva sítt íkast til eina meira fjøltáttaða føroyska øl- og matmentan. Príslegan á Okkara Brandan svarar tí eisini til tær frægastu útlendsku serølirnar.

Okkara Brandan kann bara keypast í Rúsuni kring landið. Nøgdin er avmarkað, einans 2500 fløskur á 0,5 litur eru tappaðar í hesum umfarinum.

Brandan er fyrsta øl í einari røð av serølum sum Okkara Bryggjarí kemur við komandi mánaðirnar.