Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Økismenning – eisini í okkara kommunu: Nólsoy

Tórshavnar Kommuna er sum kunnugt sett saman av fleiri økjum, sum hvør í sínum lag hava tørv á menning og at verða javnstillað við Havnina ella miðøkið. Fari her at gera nakrar viðmerkingar um tørvin á mennandi tiltøkum í Nólsoy – vendi aftur til onnur øki í Tórshavnar Kommunu í komandi greinum.

Tað er gott at búgva í Nólsoy, men tað kann blíva betri, um tey mál, sum vórðu sett á politisku skránna í sambandi við samanleggingina, gjørdist veruleiku. Hvar bleiv vetrarfriðingin av, bátadrátturin og útstykkingar. Hví eru hesi mál og verkætlanir ikki avgreitt - hvør hevur rátt fyri borgum síðani samanleggingina. Hvar eru tey gyltu lyftini, sum Jákup av Skarði eftirlýsir í blaðgrein í vikuni – her eigur hann at spyrja sínar egnu býráðslimir og floksfelagar?

Tað eru onnur mál, sum eisini eiga at loysast: Tyrlupallur, eldrasambýli og at broyta ætlanina at byggja svimjihyl, til heldur at verða ein fimleikahøll, ið kann hava tilknýtið til málningaframsýningar (t.d. við Steffan Danielsen).

Fyri at fáa framt mál, eitt nú vetrarfriðing, krevst politiskur meirluti. Tjóðveldi situr í býráðsmeirlutanum og eigur at brúka politiskt hegni vit og skil og virðing fyri teimum, sum eiga jørðina. Skal ein vetrarfriðing fremjast ella ein avtala gerast við avvarðandi hagapart, sum hevur rættin til vetrarbitið, er neyðugt at játta pening fyri at fáa seyðin av bønum. Vetrarfriðing ella at fáa seyðin av bønum, hevði verið eitt stórt framstig fyri trivnaðin hjá teimun, sum fáast við urtagarðar o.a. Tíðin er komin, at búseting og seyðahald verða skild hvør frá øðrum.

Kommunan eigur nøkur grundstykki í Nólsoy, sum ikki kunnu seljast fyri tann prís, sum grundstykkir kosta í Havnini ella miðøkinum. Fyri at gera tað møguligt at seta búgv í Nólsoy er ein gongd leið - um man vil økismenning - at gera eina serskipan fyri Nólsoy, tá talan er um grundstykkjaprís. Grundstykkini muga ikki kosta meira enn 80.000 til 100.000 kr., fyri at fáa alt at hanga saman fíggarliga. Tað er torført at útvega fígging til somu upphæddir, sum í sjálvari Havnini, men um man vil menning og framburð, má felagskassin lyfta tað fíggjarligu byrðuna sum írestar.

Føgur orð og nógv gylt politisk lyfti skapa ikki økismenning ella flyta mørk. Síðani samanleggingina er nógv hent í Nólsoy, og málini eru samtykt av einum einmæltum Býráðið - og tað vil eg takka øllum býráðslimunum fyri.

Tað verður hugaligt í framtíðini at spáka sær ein túr eystur á Vál og síggja nýggj hús verða reist í Nólsoy. Men hetta avgerð veljarin, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð – eg vil arbeiða fyri at loysa tey mál og verkætlanir, sum kunnu menna Nólsoy.

Góða Ovastevnu - allir Nólsoyingar og Ovasøkugestir!

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin