Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Økismenning – eisini í okkara kommunu: Kollafjørður

Nýggjan barnagarð

Ein týðandi partur av grundarlagnum at skapa framburð og menning er trivnaður hjá børnum og foreldrum. Hava børnini góðar karmar í dagligdegnum, fáa vit bæði glað og nøgd børn, foreldur og eisini starvsfólk.

Tað hevur verið tosað við jøvnum millumbilum um tørvin á einum nýggjum barnagarði í Kollafirði og um hølisumstøðurnar eru nøktandi. Endamálið at byggja nýggjan barnagarð er at javnstilla Kollafjørð við aðrar partar av Tórshavnar Kommunu, herundir hava vælferðartænastur ella kjarnutænastur, sum í dygd eru á sama støði sum aðrastaðnis í kommununi.

Tað eru settir fyrispurningar í býráðnum um hølisviðurskiftini viðvíkjandi barnagarðinum í Kollafirði, men onki svar er komið og heldur ikki fyriliggur nøkur ítøklig íløguætlan.

Eg haldi, at hølisviðurskiftini í Kollafirði ikki eru nøktandi á barnagarðsøkinum. Ella sagt á ein annan hátt, tíðin er komin til, at Kollfirðingar fáa ein nýggjan barnagarð, soleiðis at umstøðurnar verða optimalar fyri børn, foreldur og starvsfólk.

Ein nýggjur barnagarður eigur at raðfestast ovaliga á komandi fíggjarætlan 2013. Nú stendur Kollafjørður fyri tørni til at fáa ein nýggjan barnagarð.

Grundstykki

Tað eigur at verða sett meira orka av til at útvega grundstykki í Kollafirði. Tað eru ivaleyst fleiri, ið vilja seta búgv í bygdini, men alt ov fá grundstykki hava verið tøk. Tí eiga vit at gera fleiri hóskandi útstykkingar og hetta má farast undir longu í 2013.

Menningin í Kollafirði

Vit muga arbeiða fyri menning í allari kommununi, og tí eigur ein partur av íløgunum at fara til økismenning. Til seinasta býráðsval varð lovað í so nógv av sitandi býráðsmeiriluta, men nú tá av tornar, er ongin peningur settur av á fíggjarætlanini til Kollafjørð á td. barnaansingarøkinum.

Tað er kortini hent nógv postivt í Kollafirði, eitt nú er bygd ein ítróttarhøll, sum hevur verið karmur um hondbóltdystir og annað ítróttarvirksemi. Góðir karmar um ítróttin hava við sær, at fólk í Kollafirði standa saman um teirra ungdóm og skapa við hesum ein sosialan trivna. Tað er henda menningin, sum má halda áfram soleiðis, at karmarnir um trivnaðín í økinum verða varðveittir og mentir. Økismenning eisini í Kollafirði!

Veljarin avgerð, um hetta kann setast í verk, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð – eg vil arbeiða fyri, at Kollfirðingar fáa røttu karmarnar til at skapa trivnað og menning. Barnagarður og útstykkingar skulu fremjast skjótast møguligt í verki.

Tórshavn 23. august 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu – Sambandsflokkurin