Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordregio er granskingarstovnur hjá Norðurlandaráðharraráðnum. Seinastu árini hevur stovnurin kannað, hvat krevst fyri at menna økini í Arktis, og nú er kanningarúrslitið lagt fyri Útnorðurráðið og íbúgvarnar í Qaqortoq í Suðurgrønlandi.

Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið hava í felag skipað fyri námsskeiði um økismenning í Arktis. Námsskeiðið er hildið í leinging av ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í Qaqortoq 24. august.

Fyritreytin fyri einum góðum og sunnum búskapi er, at fólkið er virkið. Nordregio fór í holtur við kanningina í 2013; fyrst og fremst var uppgávan at útvega og greina dáta, so til bar at fáa greiðu á, hvussu menningargongdin er í Arktis – og hvussu framtíðarlíkindini eru. Slík niðurstøða krevur breiðar og gjøllar kanningar. 

Leneisja Jungsberg og Anna Karlsdóttir hava staðið fyri at avgreiða kanningina, og tær hava lagt dent á, at bæði borgarar, vinnulív, kommunalpolitikarar og tinglimir eru komin til orðanna.

Granskarar hava skipað fyri námsskeiðum í ymiskum býum í Útnorðuri, har borgarar, vinnulív, kommunalpolitikarar og tinglimir hava luttikið, og sostatt eru nógv ymisk ynski og svar innsavnað. 

-Tað hevur víst seg, at fólkinum dámar væl at gera sítt og eiga í egnum umhvørvi, og at tey hava ynski um at ávirka egna framtíð, sigur  Rasmus Ole Rasmussen, granskara hjá Nordregio.

Í Grønlandi hevur Nordregio skipað fyri námsskeiðum í Qaqortoq og Alluuisup PAA.

-Okkara kanningar vísa, at øll lond í Útnorðuri hava í felag, at fyri at tryggja menning, er neyðugt at fólkið á staðnum vil gera sín part í nærsamfelagnum, og at tey ungu ikki flyta. Harafturat er umráðandi, at vinnulívið dugir at leggja um og broytast, um tað krevst, sigur Anna Karlsdóttir.

Anna Karlsdóttir og Leneisja Jungsberg er nú farnar í holtur við at gera viðmæli til politikkaranar í Útnorðuri, grundað á svar og ynski í kanningarúrslitinum.
Ynskini eru ymisk, og Anna Karlsdóttir og Leneisja Jungsberg arbeiða við at bólka tey í viðmæli innan undirstøðukervi, útbúgving, mentan og sosialan aktivitet.
 
Arbeiðið at gera viðmælini verður væntandi liðugt í heyst, og síðani verða tey løgd fram fyri landanna stjórnum.

-Londini í Útnorðuri líkjast nógv og berjast við fleiri líkar trupulleikar. Tað veri seg fráflyting av útoyggj/-økjum, at dreingir ikki klára lestur og útbúgving, og avbjóðingar hjá vinnuni. Kanningarúrslitið hevur veitt Útnorðurráðnum stóra vitan – og váttað varhugar. Tað er umráðandi, at sannroyndir eru júst tað: sannroyndir, sigur, sigur Páll Jóhann Pálsson, varamaður hjá Unnur Brá Konráðsdóttir, formanni í Útnorðurráðnum.

Páll Jóhann Pálsson metir, at nú Útnorðurráðið hevur fingið so nógva vitan, fer at bera til at bera seg skilaliga at.

- Tað næsta verður at virka, og brúka nýggju vitanina. Viðmælini verða liðug í heyst, og longu í januar kunnu vit leggja frá landi og taka fyrstu tøkini. Tá verður evnisráðstevna Útnorðurráðsins hildin í Føroyum, og evnið er millum annað dreingir, ið ikki klára lestur og útbúgving. Tá kundi Útnorðurráðið til dømis sett fram uppskot til stjórnir og ting at virka út frá, sigur Páll Jóhann Pálsson.