Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis tilboð um trygdarskeið og Bláu Bók, til øll sum ganga á framhaldsdeild í fólkaskúlanum

Kári P. Højgaard,formaður Sjálvstýrisfloksins:

Útbúgving er ein íløga í framtíðina. Okkara ungu skulu hava neyðuga vitan og barlast, at møta teimum abjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.

Fiskivinnan er framhaldandi okkara høvuðsvinna, men gongdin er við at broytast. Í 2001 vóru 93 skip og 1211 fulltíðarstørv sum fiskimenn. Í 2011 vóru 64 skip og 769 fulltíðarstørv sum fiskimenn.

Í sama tíðarskeiði er blivið truplari at fáa manning til partar av føroyska fiskiflotanum. Fiskimenn í stórum tali leita sær kjans við norskum ella grønlendskum fiskiskipum, ella teir fáa arbeiði innan oljuvinnuna. Fyri tann, sum hevur eina góða maritima útbúgving, er lætt at fáa fast starv, og tørvurin á sjófólki er ovurstórur.

Eitt felags mál fyri tey ungu má verða, at útbúgvingarnar í mest møguligan mun eru tillagaðar tí tørvi, sum kann væntast at verða í samfelagnum, tey komandi árini. Málið er sjálvsagt, at eitt arbeiðið stendur í boðið, tá lærutíðin er komin at enda.

Talið av ungum, sum velja sjóvegin og mynstra, er munandi minkað seinastu árini. Tí er tað ein vaksandi trupuleiki, at fáa mannað partar av fiskiskiflotanum. Avleiðingin av hesi gongd er, at saman við minkandi talinum av føroyskum fiskimonnum, fer vitanin og royndirnar, sum vit hava vunnið okkum gjøgnum fleiri ættarlið. Í roynd og veru kann óhepna gongdin gerast katastrofal fyri høvuðsvinnu okkara, um vend ikki kemur í.

Ein møgulig orsøk til, at so fá ung fara til skips, er kravið um trygdarskeið og Bláubók fyri at mynstra. Hesi krøv eru neyðug av trygdarávum og kosta áleið 4000 krónur. Fleiri av teimum ungu hava ikki fíggjarliga orku, til at gjalda eina slíka peningaupphædd fyri at fáa staðfest, um sjóvinna skal verða teirra framtíðar lívstarv. Endamálið má vera, at trygdarskeið ikki skal verða ein forðing ella fløskuhálsur, sum tað vegna ov høgan kostnað í veruleikanum er blivið.

Útbúgving og sjóvinna er ikki mítt málsøki, harafturat eru øll ráðini rakt av sparingum. Men tað er ein felags skylda hjá okkum, sum hava ábyrgd av hesum samfelagnum, at vit taka avbjóðingina í álvara og fremja neyðug tiltøk. Um 300 til 400 ung árliga taka av tilboðnum, verður talan um ein kostnað áleið 1,5 mió. Sum samfelag hava vit ikki ráð at lata standa til og onki gera.