Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis reingerðartænasta til pensjónistar!

Uppskotið frá býráðsmeirilutanum vendi sosialt skeivt

Ætlanin hjá býráðsmeirilutanum var at áseta eitt brúkaragjald á kr. 300 til pensionistar, fyri reingerð, sí tilmæli niðanfyri:

Tilmæli:
Heilsu- og umsorganarstjórin og fakligi dygdarmennarin í Heilsu- og umsorgartænastuni mæla eldranevndini til at taka undir við broytta leistinum av reingerðartænastuni, sum lýst omanfyri.

Heilsu- og umsorganarstjórin og fakligi dygdarmennarin í Heilsu- og umsorganartænastuni mæla eldranevndini til at taka undir við, at brúkaragjaldið verður ásett til 300 kr. Fyri hvørja reingerð og at leggja brúkaragjaldið fyri býráðið umvegis fíggjarnevndina.

Eldranevndin 13. mai 2019: Samtykt at taka undir við tilmælinum.

Fíggjarnevndin 15. mai 2019: Samtykt at taka undir við Eldranevndini og beina málið í býráðið.

Samtykt at strika brúkaragjald
Hettar fall mær fyri bróstið, tí tað var ongantíð meiningin at áleggja pensjónistum gjald fyri hesa tænastu. Hendan tænasta var ætlað pensjónistum, sum vegna serliga fysiska heilsustøðu ikki hava møguleika at reingerða og hava trong fíggjarligu kor, og uttan brúkaragjald.

Meirilutin vildi áleggja brúkaragjald til pensjónistar, tí legði eg vegna minnilutan broytingaruppskot fram, har vit mæltu til at taka undir við tilmælinum, tó uttan gjald.

Hettar bleiv samtykt við øllum atkvøðum frá minnilutanum og einari frá meirilutanum, nevnliga Jógvan Arge frá meirilutanum, sum tók undir við broytingaruppskotinum, nevnliga ikki at áleggja brúkaragjald til pensjónistar - takk fyri tað Jógvan Arge.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu