Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis konsertir í býnum hvønn dag

Høvuðsstaðurin bjóðar ókeypis tónleikatiltøk hvønn einasta dag ymsastaðni í býnum. Flestu hava nakað við jól at gera og allar konsertirnar eru í avbera jólaligum umhvørvi.

Í Pæsastovu hevur Mentón skipað fyri, at musikkskúlanæmingar spæla og syngja hvønn dag millum kl 16 og 17. Seinni spæla ymsir bólkar, í dag týsdag er tað Uni Debess, í morgin mikudagin er tað Jarnbrot, hósdagin Bendar Spónir, fríggjadagin Marius og leygardagin tann 10 er tað Yggdrasil.

Havnar kirkja hevur eisini latið dyrnar upp fyri tónleikaframførslum og sangi. Hvørt kvøld allan desember er antin spæl, upplestur, tónleikur, luciagonga ella eitthvørt annað tiltak í kirkjuni. Øll tiltøk byrja kl. 20.00.

Her eru nøkur brot úr skránni komandi dagarnar. T.d. syngja børn úr Santa Frans skúla jólasangir, felags jólasangur verður eisini, Hoyvíkar gentukór við Oddvør Johansen, Sigfríður og Bjarta spæla og syngja, blásarakonsert verður, Luciagonga verður við violinspæli við børnum úr Havnar Fimleikarfelag, Jórun Gudmundsen syngur og spælir gittar, blásarakonsert verður og Eva og Marianna Nagata syngja og spæla klaver.

Í sambandi við at tiltøk eru í kirkjuni er ein krukka sett upp við inngongdina, har høvið er hjá fólki at stuðla átakinum “Í menniskjum góður tokki”, har allur stuðul fer óskerdur til jólahjálp.

Øll eru vælkomin til hesi tónleikatiltøk sum vara fram til tollaksmessuaftan.