Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óhepnar gjaldsreglur innan eldrarøktina verða broyttar

Tíðindaskriv: Síðani kunngerðin um gjøld innan eldrarøktina varð sett í gildi 1. januar 2012, hevur ásetingin um seinasta gjaldið fyri uppihald á eldrasambýli ella røktarheimi, víst seg at elva til trupulleikar. Her er ásett, at rindast skal seinastu ferð fyri uppihaldi síðst í sama mánað ein pensjónistur flytur út ella andast. Av tí at talan er um eina gjaldsskipan, har rindað verður forút, er seinasta gjaldið soleiðis fyri eitt tíðarskeið, persónurin ikki býr á røktarheiminum ella eldrasambýlinum.

Høvuðsorsøkin til at hesin gjaldsleistur upprunaliga varð valdur var, at gjald fyri búpláss undir eldrarøktini skuldu fylgja pensjónsveitingini, sum verður útgoldin mánaðin frammanundan, eins og rætturin til pensjón heldur uppat mánaðin eftir at ein pensjónistur andast – fyri giftar pensjónistar er tíðarskeiðið 3 mánaðir.

Landsstýriskvinnan í almannamálum Annika Olsen ásannar, at mannagongdin kring seinastu uppkrevjingina hevur verið óheppin, og hevur hetta ført til nógvar misskiljingar hjá avvarðandi, sum hava fingið rokning fyri uppihald eftir at persónurin er deyður. Tí verða gjaldsreglurnar nú broyttar soleiðis, at hetta gjald frameftir ikki verður kravt inn. Ístaðin verður fyrsta gjaldið, sum í dag verður kravt inn mánaðin eftir flutt verður inn, kravt inn ein mánað fyrr, soleiðis at pensjónistar, sum flyta á røktarheim, koma at rinda fyrstu ferð fyri uppihaldið síðst í mánaðinum flutt verður inn.

Almannamálaráðið