Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óheftar mánaðarligar kanningar á Posta

Tíðindskriv frá Posta:

Í útvarpinum í morgun hoyrdu vit tingfólk viðgera útberingina hjá Posta. Tí sendir Posta hervið eina viðmerking til tey mál, sum vórðu umrødd.

 Posta er ikki kunnugt við at tilfar í sambandi við vali er komi út eftir vali, og ongin klaga er skrásett á Posta samsvarandi tí, sum sagt var í tinginum.

 Lokalpostur í Suðuroy verður ikki sendur og sorteraður í Havn, men í Suðuroy og er tí okkum kunnugt ongin seinking hesum viðvíkjandi.

 Posta hevur gjørt íløgu í eina sorteringsmaskinu. Hon er ikki tikin í brúk enn men verður royndarkoyrd í løtuni.

  Reklamur, sum verða sendar, sum addressuleysar verða ikki sorteraðar í sorteringsmaskinuni.

Fyri at tryggja sær at postútberingin hevur tað góðsku, sum er álagt verða mánaðarligar óheftar kanningar gjørdar av skjótleika og rættleika. Hesar kanningar vísa at útberingin hjá Posta heldur álagda góðsku.

Posta ber út post til vinnukundar og postboksir hvønn gerandisdag og til privat húski tríggjar ferðir um vikuna.

Vegna Posta p/f

Joel undir Leitinum

Stjóri