Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ógvusligur dansur um gullkálvin, meðan samfelagsins smáu fara svong til songar

Løgmaður og landsstýrismenn standa í boði at fara uml. 30% upp í løn. Løgmaður upp í góðar 900.00 kr um árið - ein vøkstur upp á uml. 210.000 kr - og landsstýrismenn upp í uml. 763.000 kr. - ein vøkstur á 173.000 kr.

Taka vit bara vøksturin í kr., so liggur hann - einsamallur - ikki langt frá mongum árslønum hjá vanliga arbeiðandi fólkinum, ið samstundis má noyðast við 1 - 3 % í lønarhækkan yvir 2 ár.

Og hartil kemur, at tey gullkálvadansandi harafturat fáa flatskatt, sum í sjálvum sær, gevur hesum útvaldu meira í inntøku um árið, enn tey mongu, sum t.d. fáa almannaveitingar:

Grundupphædd til fólkapensión - støk kr. 50.028,- -- gift hvør kr. 39.756,-

Viðbót til fólkapensjón støk kr. 38.916,- -- gift hvør kr. 30.120,-

Grundupphædd til fyritíðarpensjón - støk kr. 71.748 ,- -- gift hvør kr. 57.012,-

Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - støk kr. 71.316,- - gift hvør kr. 64.392,-

Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón - støk kr. 21.852,- - gift hvør kr. 17.544,-

Sjálvandi skulu tey, ið arbeiða nógv og hava stóra ábyrgd, eisini hava fíggjarligar samsýningar afturfyri. Men tað má vera skil í galskapinum. Vit hava hoyrt um svimlandi upphæddir, ið menn hava fingið fyri bæði eitt og annað, ella kanska rættari sagt, bæði fyri líkt og ólikt einamest innan tað privata, og tað fáa vit lítið og onki gjørt við. Men innan tað almenna eiga vit at traðka í karakter, og steðga dansinum um gullkálvin hvørja ferð, hann fer ígongd, og áðrenn skaði stendst av eini eftirfylgjandi ekstasu, sum bert kann gera ilt verri.

Dagfinnur Danbjørg