Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ógreiða um avtalu um frádrátt fyri limagjald

LØGTINGIÐ: Greið undirtøka var ikki í samgonguflokkunum fyri júst uppskotinum hjá Sonju Jógvnadóttir, uttanflokkatingkvinnu, um beinleiðis skattafrádrátt fyri limagjald til yrkisfeløg, men okkurt verður gjørt.
 
Øssur Winthereig - PRESS
 
Nú fer at koma fram, um nøkur greið avtala er millum Sonju Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen løgmann um, at fakfelagslimir skulu kunnu draga limagjaldið frá í skatti.
 
Undir 1. løgtingsviðgerðini av uppskotinum frá Sonju Jógvansdóttir nú um dagarnar vóru fleiri sum spurdu um ein avtala var millum Sonju og samgonguna ella við løgmann.
 
Men einki greitt svar fekst í tinginum frá framsøgufólkunum hjá samgonguflokkunum.
 
- Eg kann ikki svara fyri, hvørjar avtalur eru gjørdar – munnligar ella skrivligar – tað veit eg ikki. Og eg síggi, at pengar eru ikki settir av á fíggjarlógini fyri 2018 til skattafrádrátt, segði Helena Dam á Neystabø, framsøgukvinna javnaðarfloksins.
 
Vilja fremja batar
Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi visti heldur einki um nakra avtalu.
 
- Tað sigst vera ein avtala millum Sonju og leiðararnar í flokkunum, men eg eri ikki kunnaður um tað. Men er ein avtala, so eiga vit at halda hana, segði Pauli Trond Petersen.
 
Helena Dam á Neystabø segði, at í samgonguni eru ætlanir at fremja bætar á hesum økinum.
 
Eisini Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri vildi vita, um nøkur avtala var, tí sum hann segði, so var Sjálvstýri við í meirilutanum aftanfyri fíggjarlógina og tí átti hann at vita, um ætlanin var at kostnaðurin skuldi síggjast aftur í fíggjarlógini fyri 2018.
 
Undir viðgerðini var víst til, at tá skattaskipanin í 1998 var broytt til eina bruttoskattaskipan vóru allir frádráttir avloystir av einum botnfrádrátti. Og upprunaliga var fakfelagsgjald eisini hugsað, sum íroknað í botnfrádráttin.
 
Helena Dam á Neystabø var varin at lova at taka undir við framlagda lógaruppskotinum um beinleiðis skattafrádrátt. Hon segði, at í fíggjarnevndini fóru tey at kanna um botnfrádrátturin kanska var útholaður, so hann ikki leggur upp fyri eitt nú limagjøldum til yrkisfeløg.
 
Hon nevndi, at møguleiki eisini var fyri at geva stuðul heldur enn frádrátt fyri ikki at skaka bruttoskattaskipanina ov nógv.
 
- Vit skulu kanna um frádrátturin kann veitast ella ikki, men eg ætli mær ikki at kollvelta nakra bruttoskattaskipan, segði Helena Dam á Neystabø.
 
Jacob og Bárður eru ímóti
Júst bruttoskattaskipanin var høvuðsgrundgevingin hjá Jacobi Vestergaard úr Fólkaflokkinum at ganga í móti beinleiðis skattafrádrátti fyri limagjald.
 
- Man hevur roynt at hava eina reina skattaskipan. Vit innførdu ein botnfrádrátt bæði í lands- og kommunuskatti, og botnfrádrátturin skuldi dekka gjøld sum hetta, helt Jacob Vestergaard og nevndi speirekandi, at har vóru so nógv onnur gjøld, sum so eisini kundu dragast frá, eitt nú kirkjuskattur og limagjøld til ítróttarfeløg.
 
Heldur ikki Sambandsflokkurin tók undir við uppskotinum:
 
- Vit mæla staðiliga frá at loyvi frádrátti í skattinum, segði Bárður á Steig Nielsen.
 
Bill Justinussen boðaði hinvegin glaður og fróur frá, at Miðflokkurin tekur fult undir við uppskotinum.
 
- Øll stig, sum veita skattalætta til tey tímaløntu taka vit undir við, segði Bill Justinussen og undraðist yvir, at Fólkaflokkurin ikki vildu taka undir við einum skattalætta.
 
Hvaðani skulu pengarnir koma
Ruth Vang úr Framsókn var eisini í iva um at veita ein beinleiðis skattalætta, sum fyrsta árið er mettur at kosta 10 mill. kr og 20 mill. kr í 2019.
 
- Um hetta merkir mistar inntøkur á 20 mill. kr, so mugu vit eisini kunnu vísa á, hvar pengarnir skulu koma frá, helt Ruth Vang.
 
Sonja Jógvandóttir, sum átti uppskotið, var heldur ikki serliga greið um, hvør avtala var gjørd um hendan frádrátt.
 
Hon vísti í síni røðu til grundgevingarnar fyri uppskotinum, um týdningin av hava ein vælskipaðan arbeiðsmarknað og rættin hjá løntakarum at hava ein frádrátt, tí arbeiðsgevararnir kundu draga síni gjøld frá.
 
- Vit sum samfelag skulu eisini í okkara lógarverkið vísa, at vit eru takksom fyri okkara vælskipaða arbeiðsmarknað, segði Sonja Jógvansdóttir.
 
Uppskotið er nú beint í fíggjarnevndina hjá løgtinginum.
 
Frádráttur fyri limagjøld til fakfeløg var eitt av kjarnumálunum, sum Starvsmannafelagið setti á breddan við seinasta løgtingsval:
 
http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=332