Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ogn.fo – nýggj heimasíða, har føroyskir advokatar lýsa fastognir til sølu

Nú nýggj lóggáva er lýst at koma í gildi í Føroyum viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn er gjørdur ein felags portalur, har advokatar lýsa ognir til sølu.

Heimasíðan er úrslit av samstarvi millum føroyskar advokatar, ið hava stovnað felag at eiga og reka http://www.ogn.fo/ www.ogn.fo.

Á ogn.fo verða tær ognir, ið advokatar selja, lýstar til sølu á einum stað. Endamálið er m.a. at gera tað at lýsa ognir til sølu, og tað at leita eftir ognum, einfaldari, greiðari og meira nýtsluvinarligt fyri bæði seljara og áhugaðar keyparar.

Í nevndini í felagnum, ið eigir og rekur ogn.fo sita Kristina Samuelsen, formaður, Birita S. Samuelsen, skrivari og kassameistari og Jóhan Lamhauge.