
Skyldmaður mín, skilamaðurin Heri Mohr, ger mær tann heiður at vísa á, at eg í bók frá 1988 havi umrøtt fólkaatkvøðuna. Einum høvundi er tað altíð forvitnisligt, at tað, hann hevur skrivað, verður lisið av gløggum lesarum, og skal eg takka Hera fyri heiðurin.
Hann spyr hvussu tað ber til, at eg ikki rokni við teimum ógildigu atkvøðunum.
Hetta er tí, at eg eri samtyktini lýðin, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu í løgtinginum 10. mai 1946 um, at tær einastu atkvøðurnar, sum skuldu brúkast til at gera fólkaatkvøðuna upp eftir, vóru tær, har veljarin annaðhvørt hevði sett kross fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing. Sum kunnugt hevði landsnevndin á fundi 19. juni 1946 samtykt at senda hvørjum einasta veljara hesi boðini. Í landsnevndini vóru 7 limir. Meirlutin ráddi, og teir tveir sambandsmenninir Kristian Djurhuus og Trygvi Samuelsen saman við javnaðarmonnunum Petur Mohr Dam og Jóan Petur Davidsen samtyktu, at henda orðing skuldi setast í kunngerðina afturat tí stjórnaruppskoti, sum atkvøðast skuldi um. Greiðari kundi ikki verið gjørt vart við hetta.
Tann sum sigur, at ógildigu atkvøðuseðlarnir skulu teljast við, er tí ikki Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, Føroya løgtingi ella landsnevnd Føroya lýðin.
Einum samvitskufullum frágreiðara er tí bert ein gongd leið, og tað er at siga sannleikan: stjórnaruppskotið fall, tí tað fekk 49 prosent av teimum atkvøðum, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vildu telja upp, meðan loysing vann við 51 prosentum av hesum atkvøðum.
Zakarias Wang