Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Og skúlin eitur Skúlin á Fløtum

Nú klokkan 10 í morgun var lítil samkoma úti á Fløtum, har nýggi skúlin í vesturbýnum skal byggjast. Hetta var til at avdúka úrslitið av navnakappingini. Nýggi mentadeildarleiðarin hjá Tórshavnar kommunu, Sigurð Ólason Vang, beyð vælkomin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, greiddu frá, at við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi skúlin, sum skal flyta í nýggja skúlan, sum verður bygdur í vesturbýnum. Skúlin hevur millum manna síðan verið kallaður ”Vesturskúlin”.

Bygginevndin helt at rættast var at hava eina navnakapping á heimasíðuni torshavn.fo, at vinningur á 5000 kr. varð latin, og at uppskotini, sum komu inn, vórðu løgd fyri gøtunavnanevndina at taka støðu til. Hóast tað sambært tíðarætlanini er long tíð, áðrenn flutt verður í nýggja skúlan, metti bygginevndin tað skilagott at finna eitt navn til skúlan longu nú, áðrenn starvsheitið verður so fastgrógvið, at tað verður navnið.

Treytir í sambandi við navnakappingina vóru, at navnið skal vera lætt at siga og ikki vera ov langt, at ”skúli” skal vera partur av heitinum – ella skal navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein skúla.

Skipað hevur verið fyri navnakappingini á heimasíðuni torshavn.fo, og freistin at lata uppskot inn var 26. mai. Tá freistin var farin, vóru 252 uppskot komin inn, tó vóru summi av teimum, ið ikki luku treytirnar. Nøkur uppskot ganga aftur, men talan var um 112 ymisk uppskot, sum lúka treytirnar.

21 skutu upp at geva skúlanum nanvið “Skúlin á Fløtum”, tað gjørdist vinnandi navnið, og í lutakasti millum tey 21 gjørdist tyrluskiparin Andreas Mouritsen í Hoyvík vinnari. Hini fáa eina heilsu frá kommununi.

Tíðarætlanin fyri nýggja skúlan er annars løgd soleiðis, at fyrsti partur av skúlanum verður liðugur við árslok 2017. Sostatt verður flutt inn í fyrsta part av skúlanum í 2018.