Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Og da har i rigdom vi drevet vidt, når få har for meget og færre for lidt. (Grundtvig)

Ein viðmerkjari - til nakað av tí eg havi skrivað í seinastuni - skrivar: Tað ber ikki til at oyðsla pengar burtur.

Tað er rætt. Men tað er ikki trupulleikin. Trupulleikin er tann, at mangir - fyri samfelagið grundleggjandi stovnar fáa ov lítið - og at hetta gongur út yvir m.a. bæði likamliga og sálarliga sjúk, út yvir brekaði har sjálvt ST-sáttmálin ikki verður yvirhildin og út yvir tey fátækstu, sum nú skulu liva fyri enn minni, enn tey higartil hava gjørt.

Alt verður skorið niður innan mentan, og okkara kærastu smáu og ungu, ið skulu læra at fóta sær og skaffa sær holla vitan til at byggja eitt vitanarsamfelag upp við, nakað, ið framtíðin krevur, tey fáa niðurskornar í staðin fyri øktar møguleikar. Kanska eg havi gloymt okkurt, men innan øll tey nevndu økini eru fleiri innvesteringar og ikki sparingar tann gongdi og uppbyggiligi vegurin fyri fólk okkara inn í framtíðina.

Og tonkja vit okkum um, so eiga vit at vita og uttan víðari at kunna góðtaka, at um nakað ella nakar hevur ov lítið, so er tað ikki tí, at ov lítið er til, men tí at órættvíst er býtt. Tær tíggjutals milliónirnar, ið via flatskattin verða givnar teim vælbjargaðu, kundu fylt øll holini, ið høgrasamgongan hevur slóa fyri við sínum sparipolitikki. Politisku avgerðirnar eru ikki bara órættvísar, men djúpt órættvísar. Hetta er oyðslið, ið, um tað hevði verðið steðgað, kundi loyst allar teir áðurnevndu trupulleikarnar. So oyðsl og oyðsl kunnu vera mett ymiskt.

Um fólkaflytingina, skrivar ein annar, at løgtingið hevur sett ein bólk at kanna málið. Eg vóni ikki, at tað er í tí anda, sum danir speiskliga plaga at taka til í líknandi førum: Da Fanden ville have, at intet skulle ske, da nedsatte han en komité.

Onkur viðmerkjari heldur, at tað er løgið, at fólk flyta úr Føroym, tí hetta er eitt gott land at búgva í. Ja, vit hava nógv at takka Guði fyri í so máta, tí vit hava fingið eitt vakurt land við sera vakrari náttúru og sera mongum og fittum fólkum, ið liva eitt solidariskt lív, og sum ongantíð eru bangin fyri at rætta øðrum eina hjálpandi hond. Og Guð havi lov fyri tað.

Tað, sum forpestar og oyðileggur tilveruna fyri mong, er tann karráði høgraradikali viðvendi Robin Hood politikkurin, sum spakuliga, men stigvíst kvælir alt lív í stovnum og tí einstaka, ið ikki bert ynskir at eksistera og tæna heimligu religiøsu og politisku mammonistunum, men ynskir at liva eitt frítt lív í einum ynskistarvi í einum solidariskum umhvørvi við útbúgvingarmøguleikum fyri ung sum gomul, við góðum búðstaðarmøguleikum og javnstøðu og har Robin Hood framvegis er hin góði gamli Robin, sum vit lósu um í skúlanum.

Dagfinnur Danbjørg.