Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ófullfíggjað svar frá Mentamálaráðnum

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevði væntað sær væl meira innihald og víðskygni í svarinum, sum felagið nú loksins hevur fingið frá Mentamálaráðnum upp á skriviliga fyrispurningin um forskúlarnar.

Bjørn Kalsø fekk spurningin undan einum fundi um miðjan apríl.

Tað er Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, ið hevur svarað.

Pedagogfelagið bað landsstýrismannin vísa, hvat endamálið er við royndarverkætlanini, har Mentamálaráðið hevur givið ávísum kommunum loyvi at skipa forskúlar, hvør stendur fyri royndarverkætlanini, hvør hevur eftirlit við henni, nær og hvussu hon verður eftirmett, og hvør skal eftirmeta hana.

Men svarið er jánkasligt, heldur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Millum annað tí Mentamálaráðið sum tað fyrsta í svarinum leggur dent á, at tað er ikki tað, ið hevur tikið stig til forskúlarnar, men við støði í fólkaskúlalógini bara hevur givið kommunum loyvi at seta forskúlar á stovn.

Hetta er so gjørt við eini royndarverkætlan, har forskúlarnir skulu virka sæmbært uppskotinum til kunngerð um forskúlar, sum var snikkað saman longu í november 2010, meðan Helena Dam á Neystabø var landsstýriskvinna í mentamálum, og sum Pedagogfelagið av fleiri orsøkum ikki kann taka undir við, og eins og kommunufeløgini góvu tí durarfjórðingin.** Henda kunngerðin er tó ongantíð lýst og sett í gildi.

Útgangsstøðið í svarinum til pedagogfelagið er forskúlin Skúlaspírin í Leirvík í Eysturkommunu.

"Eg má siga, at eg eftir positiva fundin, vit høvdu við Bjørn Kalsø í apríl, hevði væntað mær eitt betri og meira fullfíggjað svar upp á henda fyrispurningin. Svarið peikar aftureftir og sigur onki um, hvussu, hvar og nær okkara fakligheit kemur inn í myndina, og har stendur ikki eitt orð um dagstovnaráðið, ið landsstýrismaðurin annars munnliga hevur lovað okkum at fáa at virka", sigur Maud Wang Hansen. Eitt vælvirkandi dagstovnaráð, hvørs fremsti leiklutur er at ráðgeva og tilmæla í pedagogiskum spurningum, er sambært henni ein avgjørd fortreyt fyri yvirhøvur at tosa um forskúlar.

Um eftirmetingina greiðir Mentamálaráðið í svarinum bert frá, hvussu hetta er farið fram í sambandi við royndarverkætlanina í Eysturkommunu, men sigur onki um nakra yvirskipaða eftirmeting, sum kann verða støði undir einari víðfevnandi lýsing av og einum grundleggjandi kjaki um forskúla-ætlanirnar.

Í einum svari upp á ein fyrispurning í Løgtinginum fyrr í ár um forskúlar, segði Bjørn Kalsø, at hann ætlar at lýsa og seta í gildi kunngerðina um forskúlar seinni í ár. Áðrenn tað ætlar hann at tosa við kommunufeløgini og tær kommunurnar, sum hava havt royndarskipan við forskúlum.

Hvørki í tí svarinum ella tí, sum Føroya Pedagogfelag nú hevur fingið, eru nakrar ábendingar um, at Mentamálaráðið sær tað sum sína skyldu at taka stig til eitt grundleggjandi kjak um, á hvørjum pedagogfakligum støði forskúlarnir skulu skipast.

Tí hóast eitt nú leikur og spæl, dagstovnar og dagrøkt eru nevnd í kunngerðini, so tekur hon støði í og verður heimilað eftir fólkaskúlalógini. Og hon er í stóran mun at meta sum bert ein neyðturvilig reaksjón upp á teir forskúlarnar, ið kommunur longu hava tikið stig til, so teir kunnu fáa eitt løgfrøðiligt grundarlag at hvíla á.

Enn er í øllum førum lítið fyri ikki at siga onki komið fram, ið bendir á, at evsti myndugleikin á økinum, Mentamálaráðið, hevur gjørt sær ella ætlar at gera sær nakrar sjálvstøðugar hugsanir um, hvørt vit yvirhøvur skulu hava forskúlar og hví, og hvat tað pedagogiska innihaldið í teimum í so fall skal vera.