Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ófínt álop á Kringvarpið

Miðlahúsið hevur funnist at tíðindaflutninginum í Degi & Viku í sambandi við tvey innsløg hóskvøldið 8. mai 2014 um, at Atlantsflog hevði roynt at ávirka tíðindaflutningin hjá Dimmalætting.

Miðlahúsið leggur Kringvarpið undir at manipulera við tilfarinum og setur fram grovar skuldsetingar um, at tíðindafólk á Degi & Viku hava útvegað próvtilfar á ólógligan hátt. Tað verður beinleiðis sagt á sosialu miðlunum, at journalistar í Kringvarpinum hava stolið avtaluna.

Vit vilja uppá tað harðasta vísa pástandinum aftur. Stuldur er eitt revsimál, og um tílikt fer fram, eigur tað at verða meldað til løgregluna beinanvegin. At blaðstjórin í Miðlahúsinum leggur tveir navngivnar journalistar í Kringvarpinum undir stuldur, er beinleiðis ærumeiðandi. Álop er vanligur háttur at flyta fokus, men hetta er ein sera ódámligur og lítið sømiligur máti at verja seg. Fyri at ongin sum helst ivi skal vera, skulu vit gera púra greitt, at Kringvarpið hevur fingið hendur á avtaluni á fult lógligan hátt.

Ábyrgdablaðstjórin og tíðindaleiðarin í Miðlahúsinum hava fingið ilt av innslagnum um Atlantsflog, sum hevur roynt at keypa sær positiva umrøðu í miðlunum. At Miðlahúsið kennir seg gingið ov nær, undrar okkum ikki sørt, tí umboð fyri Miðlahúsið fingu allar møguleikar at svara spurningum í Degi & Viku.

Eftir okkara tykki er søgan um stóru fyritøkuna, ið roynir at ávirka og stýra føroysku fjølmiðlunum, ein sera týdningarmikil søga at fortelja. Hon gevur innlit í ein veruleika, sum føroysku miðlarnir noyðast at fyrihalda seg til: At stóru peningaáhugamálini royna at sleppa inn í tað allarheilagasta í fjølmiðlaheiminum, nevniliga inn á tíðindaredaktiónirnar.

Tí avgjørdu vit at gera innslagið um Atlantsflog, sum í 2009 royndi at fáa eina lýsingaravtalu við Dimmalætting við nøkrum serligum krøvum um, at Atlantsflog skuldi hava ávirkan á tað, sum tíðindafólkini skrivaðu um felagið.

Í innslagnum "Vildi temja journalistar" greiddi fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, frá tí, sum hendi á fundinum millum seg og leiðsluna í Atlantsflogi. Hann gjørdi greitt, at tað var krav frá Atlantsflogi, at Dimmalætting ikki skuldi skriva kritiskt um felagið.

Vit bjóðaðu eisini fyrrverandi stjóranum í Atlantsflogi, Magna Arge, í sjónvarpsstovuna at greiða frá tilboðnum til Dimmalætting, men hesum noktaði hann, hóast hann tvær ferðir fekk tilboðið um at greiða frá.

Árni Gregersen er langt frá einasta keldan, sum vit hava til innslagið. Áðrenn vit avgera at senda innslagið, hava vit sjálvandi tosað við eina rúgvu av vælvitandi keldum í fjølmiðlaumhvørvinum og flogvinnuni, sum siga somu søgu, men sum av ymiskum orsøkum ikki tora at stíga fram. At vit ikki gjørdu greitt í innslagnum, at vit hava fleiri keldur at byggja á, er kanska óheppið, men broytir fyri so vítt einki.

At Atlantsflog síðan 2009 hevur havt avtalu við Miðlahúsið, har Miðlahúsið m.a. fær 400.000 krónur árliga umframt 45 ókeypis flogferðaseðlar, ER í hesum høpi sera áhugavert. Henda avtalan er undirskrivað stutt eftir, at Atlantsflog hevur sett Dimmalætting krøv um, hvat tíðindafólkini har skuldu skriva um felagið. Við peninginum, sum svarar til meira enn eina ársløn hjá einum journalisti, er Atlantsflog eisini við til at fíggja part av virkseminum í Miðlahúsinum. Tað er neyðugt at fáa fram, tí Atlantsflog hevur verið og verður javnan umrøtt á tíðindapallunum hjá Miðlahúsinum.

Við hesum í huga er tað púra nátúrligt at venda sær til Miðlahúsið og spyrja, hvussu tey sjálv halda, at tey megna balansuna millum kritiskan journalistikk og samstundis fáa fíggjarliga grundarlagið undir fyritøkuni at hanga saman. Og tað gjørdu vit eisini. Vit gjørdu samrøðu við Eirik Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum, og spurdu hann við støði í nøkrum (sera positivt løddum) greinum um Atlantsflog, um í hvønn mun hann metti, at Miðlahúsið megnaði at halda neyðuga skottið millum lýsingar og tíðindi. Eirikur Lindenskov svaraði, at Atlantsflog stýrdi ikki tíðindaflutninginum í Sosialinum.

Í innganginum til innslagið um Miðlahúsið verður meira ella minni staðfest, at talan er um stuðulsavtalu. Ábyrgdarblaðstjórin, Eirikur Lindenskov, og tíðindaleiðarin í Miðlahúsinum, Jón Brian Hvidtfeldt, vísa á, at talan er um eina lýsingaravtalu - ikki eina stuðulsavtalu. Vit eru samd í, at tað er óheppið at kalla avtaluna eina stuðulsavtalu, tí Miðlahúsið bindur seg til ymiskar veitingar afturfyri pengarnar og flogferðaseðlarnar. Rættasta hevði tí verið at brúkt orðið avtala.

Miðlarnir í Føroyum hava trong fíggjarlig kor. Tí er tað eyðsæð, at lýsarar kunnu fáa ávirkan á tíðindaflutningin, og tað er ein hóttan á fólkaræðið. Men i staðin fyri aktivt at luttaka í tí kjakinum velur Miðlahúsið at flyta kjakið og leggja journalistar í Kringvarpinum undir stuldur. Tað er eftir mínum tykki óseriøst og ikki minst ófínt.

Liljan Weihe, tíðindaleiðari

Kringvarp Føroya