Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ódnin rakt viðarlundirnar kring landið meint

Í Gundadali eru eini 100 trø farin og í Niðastu Hoydølum er talan um eini 75 trø.

Ódnin í nátt hevur rakt viðarlundirnar meint. Í løtuni roynir landsskógarvørðurin saman við sínum fólki at fáa eina mynd av støðuni, og í løtuni sær støðan soleiðis út.

Í viðarlundini í Gundadali eru eini 100 trø farin og í viðarlundini í Niðastu Hoydølum er talan um eini 75 trø. Viðarlundin í Trongisvági er somuleiðis meint rakt av ódnini, eins og nógv er fari á Debesartrøð.

Á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er nakað av vøkstri farin, og tað eina goymsluhúsið hevur fingið munandi skaða.

Fólk eiga at ansa eftir og verða biðin um at halda seg burtur frá viðarlundunum, meðan rudda verður.

Træið á myndini er 60 ára gamalt og hevur staðið í einum urtagarði beint viðsíðurnar av viðarlundini í Gundadali. Myndirnar hevur Finnur Lützen tikið.