Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ódnartøk í mentamálum

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn:

Býráðssamgongan í Havn hevur tikið ódnartøk í mentanarmálum. Samgongan ásannaði, at høvdu vit ikki góðar skúlar og góðar møguleikar fyri mentanarligum virksemi, so var ikki tann trivnaður, sum er so neyðugur í einum góðum samfelag.

Risastór tøk eru tikin á skúlaøkinum og størri standa fyri framman. Vit fingu eftir fáum árum nýggjar fólkaskúlar í nýbýlunum við Løgmannabreyt og á Argjahamri. Snotilig skúlahús, bygd eftir framkomnum skúlahugsanum, og í báðum skúlunum er rúm fyri frítíðarskúlanum.

Vit standa fyri at fara undir ein Vesturskúla úti á Fløtum at avloysa teir gomlu heiðurskrýndu skúlarnar, Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Skúlastýrini í kommununi hava givið sítt tilmæli, sum býráðið hevur tikið undir við, og bygginevnd er ávegis sett.

Vit standa fyri at fáa dagføring av Eysturskúlanum frá hondini og síðani at fara undir at dagføra Hoyvíkar skúla. Stórur tørvur er á teimum báðum, men teir eru slitnir. Hetta eru alt íløgur í børnini og framtíðina.

Vit standa fyri at fara at byggja ein tíðarhóskandi og framkomnan musikkskúla á fløtuni eystanfyri Norðurlandahúsið. Hann kemur í staðin fyri tann gamla elementskúlan á Frúu trøð, sum á sinni var bygdur til fólkaskúlan sum ein fyribils loysn.

Við hesi ætlan ásannar býráðið tann stóra týdning, sum tónleikafrálæran í Tórshavnar Musikkskúla hevur fyri tey ungu, og at hon eigur at hava tíðarhóskandi umstøður. Næsta takið verður at skipa fyri, at fleiri sleppa upp í part. Projekteringin er skotin í gongd.

Vit standa fyri at gera spælistaðið, sum tónleikalívið í býnum hevur longst eftir. Býráðið hevur gjørt allar neyðugar samtyktir um at skipa Reinsaríið í Tórsgøtu sum fyrst og fremst spælistað fyri tónleik. Hamrarnir fara aftur at duka har, tá tey allarseinastu myndugleikaloyvini liggja á borðinum, ætlandi um skamma stund.

Føroya størsti skúli, Kvøldskúlin í Havn, er komin undir egið tak. Hann hevur fingið egið hús ovast í Krókabrekkuni, har hann hevur góðar umstøður til sína umsiting og neyðug hølir til lærugreinir, sum ikki kunna hýsast í fólkaskúlunum.

Annars heldur Tórshavnar Kvøld-, ungdóms- og listaskúli til í fólkaskúlunum við sínum 2500 næmingum í 150 lærugreinum. Her verða javnan boðin fram nýggj og spennandi tilboð til ung sum eldri, eisini arbeiðsleys.

Dansimentanin hevur fingið sítt. Býráðið stuðlaði felagnum Dansifrøi at byggja dansihúsið í Gundadali, og hesum vit okkum nógv av dansiundirvísingini í longdini. Vit stuðla filmsframleiðsluni hjá Klipfisk á hvørjum ári. Sama er at siga um eitt nú Tjóðpallin, Sjónleikarhúsið og Føroya Symfoniorkestur.

Eitt týðandi tak er tikið á býarbókasavninum, kanska týdningarmesta mentunarstovninum í kommununi. Tað er víðkað í veghædd og gjørt meiri sjónligt fyri almenninginum við inngongd úr gongugøtuni og avgreiðslu á somu hædd. Fleiri stig eru í umbúnað til tess at kunna veita bæði børnum, ungum og vaksnum eina nýtíðar tænastu.

Tilsamans eru hetta ódnartøk, sum eru framd seinastu árini, og skal okkum verða eitt gott og innihaldsríkt lív lagað, so verður ikki steðgað á her.

---