Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óðins Eyga – spennandi barnaleikur á G!

Barnaleikurin Óðins Eyga verður vístur á G! Festival í ár. Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. 

Tað er Sóleyð Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar – ikki minst gudin Loka.

Sóleyð er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.

Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga.

Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur umsett leikin til føroyskt.

Allar sýningar verða í Fjósinum.

Hósdagin 16. juli kl. 17.00
Fríggjadagin 17. juli kl. 15.30
Leygardagin 18. juli kl. 15.30

Tað er ókeypis at vera á G! Festivalinum til kl. 16, tí eru sýningarnar fríggjadag og leygardag ókyepis og opnar fyri ølllum.