
Óðins Eyga á Tjóðpallinum á Ólavsøku
Í dag byrja sýningarnar av barnaleikinum Óðins Eyga, sum verður vístur á Tjóðpallinum á Ólavsøku. Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin.Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar – ikki minst gudin Loka. Í filmsbrotinum síggja vit hana spæla tríggjar av leiklutunum.
Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.
Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga.
Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur umsett leikin til føroyskt.
Nýt hashtaggið #óðinseyga á Facebook, Instagram ella hvar tað skuldi verið, og deil tínar upplivingar við leikinum.
Leikurin vendir sær fyrst og fremst til børn í aldrinum 6-12 ár.
Leikurin verður sýndur á Tjóðpallinum hesar tíðir:
Leygardagin 25. juli: kl. 15.00
Sunnudagin 26. Juli. kl. 15.00
Mánadagin 27. juli kl. 15.00 og kl. 17.00
Mikudagin 29. juli: kl.15.00 og kl. 17.00
Hósdagin 30. juli kl. 17.00
Fríggjadagin 31. juli: kl. 17.00
Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum: https://billetto.dk/da/users/tjodpallur-foroya