Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óðins eyga á ólavsøku

Barnaleikurin Óðins Eyga var so væl dámdur á G! Festivalinum, at ein eykasýning mátti kroystast inn í Fjósinum leygardagin. Fleiri áskoðarar vóru so bergtiknir at teir sóu fleiri sýningar. Eitt nú vóru 5 gentur, ið sóu allar sýningarnar. 

Í hesum víkingaleikinum hitta áskoðararnir eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Leikurin vendur sær fyrst og fremst til børn í aldrinum 6-12 ár.

Á G! náddu fleiri hundra børn at uppliva leikin, men á ólavsøku kunnu uppaftur fleiri børn sleppa til leikin. Hann verður nemmilig sýndur á Tjóðpallinum. 

Atgongumerki fáast longu nú á tjodpallur.fo.

Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.

Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar, m.o. guðin Loka.

Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svørríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av “Óðins Eyga” 

Tað er søgugranskarin Dallas De-Fée, ið hevur skrivað leikin og ungi rithøvundurin Tryggvi Danielsen, ið fekk Mentanarheiðursløn landsins til ungt listafólk, hevur umsett til føroyskt.

Atongumerki fáast á tjodpallur.fo og um nøkur eru eftir við dyrnar ein tíma áðrenn leikbyrjan.

Leygardagin 25.juli: kl. 15.00

Sunnudagin 26. Juli. kl. 15.00

Mánadagin 27.juli kl. 15.00 og kl. 17.00

Mikudagin 29. juli: kl. 15.00 og kl. 17.00

Hósdagin 30. juli kl. 17.00

Fríggjadagin 31. juli: 17.00