Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddamaður í ES tinginum á fundi við løgmann

Formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini í ES-tinginum, David James McAllister, var á fundi við løgmann í Tinganesi sunnudagin. McAllister er komin til Føroya at kunna seg um viðurskiftini her og um viðurskiftini millum Føroyar og ES.

Løgmaður nýtti høvið at kunna um búskaparligu og politisku støðuna í Føroyum. Serliga umrøddu teir viðurskifti millum Føroyar og ES, har løgmaður greiddi frá ynskinum hjá landsstýrinum um at menna eitt sterkari og meiri fjøltáttað samstarv við ES.

David James McAllister var somuleiðis kunnaður um brævaskiftið, sum hevur verið millum løgmann og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini.

Løgmaður fegnast um, at formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini í ES-tinginum vitjar í Føroyum.

”Eg vóni, at vitjanin verður við til at fremja tilgongdina, sum landsstýrið hevur sett á skrá. Føroyar eru partur av Evropa, og tað hevur týdning at tryggja eitt nútímans og dynamiskt samstarv við Evropasamveldið,” segði Bárður á Steig Nielsen løgmaður, eftir fundin.