Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein:Úr fluguskápinum

Hesa vikuna hava vit valt at seta fokus á Fámara við avsetti í spurningum til Bjørn Patursson, og Búnaðarstovuna, og við atliti til kæruna frá Johan Dalsgaard, til Fiskimálaráðið, 1. juli 2012.

Men lat okkum fyrst viðgera kelibørnini í vinnunevndini hjá løgtinginum, sum ætla sær til Kina at ferðast í august mánaða. Formaðurin sigur, at talan er um ein knallharðan arbeiðstúr, har hvør tími verður brúktur, og at ferðin bara kostar 140 túsund tilsamans.

Formaðurin í nevndini, Alfred Olsen, hevur yvirfyri útvarpinum avvíst, at talan er um eina hugnavitjan.

Ein bíligari háttur var, at formaðurin í vinnunevndini fór einsamallur til Kina at kanna vinnulívið, og at hann síðani greiddi løgtinginum frá ferðini. Men hetta er einki gott gott hugskot, heldur Alfred Olsen, og helst kemst tað av, at so vildi hann helst eisini blivið burtur á kinesiska múrinum, og tað má ikki henda, at maðurin ikki finnur heimaftur til Toftir.

Tá talan eisini eru um aðrar nevndir hjá løgtinginum, sum skulu út í stóru verð at ferðast í summar, so mugu vit staðfesta, at mangt er broytt í sambandsflokkinum, síðani táverandi løgmaðurin, Pauli Ellefsen, setti propp í ferðingina við grundgevingini, at hetta kundi fixast við einum frímerki, so ferðaútreiðslurnar kundu sparast.

Men nú er alt aftur í sama spori, sjálvt um samfelagið má sigast at vera spert. Og holið í landskassanum gerst bara størri og størri, tí rættarnevndin hevur eisini borað seg niður í sólpolitikkin fyri at finna útav, um tunnlar kunnu gerast bíligari, men serfrøðina hjá Landsverki, var ikki brúk fyri á ferðini.

Fámara er tema í blaðnum í dag. Her leggja vit merki til, at stjórin á Búnaðarstovuni, ikki finnur eitt skriv, sum Johan Dalsgaard, hevur sent stovninum. Og tá um festið í Koltri umræður, váttar búnaðarstjórin, at hann í tvey ár var frítikin fyri bústaðarskyldu, sum annars var ein treyt fyri at festa Koltur.

Búnaðarstjórin veit ikki hví hann ikki hevur svarað Johan Dalsgaard, men í Í samband við gegnið, so vísir Bjørn Patursson, á niðurstøðuna hjá Jens Andrias Winther, advokati, dagfest 28. januar 2013, har hesin sigur, at hann hevur ikki sæð nakað í klaguni, sum ger búnaðarstjóran inhabilan.

Vit hava longu víst á brot á fyrisitingarlógina, og Bjørn Patursson, viðgongur, at hann ikki hevur svarað Johan, og at brøv frá Fámara-bóndanum eru burtur, ella ikki finnast, men mest av øllum. Niðurstøðan um habilitetin kann ikki vera galdandi frameftir, tá Bjørn Patursson, og stovnurin, longu hava viðgjørt hetta mál, og kunnu ikki síðani niðurstøðuna hjá advokatinum, siga seg vera habil at viðgera ósemjuna um Fámara.

Her var so nakað úr fluguskápinum.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...