Oddagrein: Vit rætta kumpas
Metis er beinleiðis sending hjá R 7 um viðurskiftir, sum kunnu hava almennan týdning. Tað er Eivind Jacobsen, ið leggur hesar sendingar til rættis.
Seinasta týsdag hevði verturin bjóðað Liljuni Weihe úr KvF, og Sveini Tróndarson á Dimmalætting, bæði dømd í Føroya rætti, men frídømd í Landsrættinum. Eisini var John William Joensen við, men hann kom ikki væl frá sínum leikluti.
Sendingin bar brá av klandri á vaglinum í einum høsnarhúsi, og lurtarnir gjørdust lítið klókari.
Eg kann ikki ábyrgdast fyri skuldsetingunum í móti Jørgen Niclasen, sum komu fram, tá eg ikki var til arbeiðis, vardi Liljan Weihe, tíðindaleiðari seg í rættinum.
Tónin var tó ein annar tá Landsrætturin frídømdi journalistarnar, sum annars onki prógv vístu undir sakarmálinum. Tey áttu ikki skuggan av prógvum fyri grovu skuldsetingunum.
Men lat okkum lýsa uppgávuna hjá Landsgrannskoðarastovninum. Uppgávan er – uttan nakað, sum helst undantak, at kanna allar almennar stovnar.
Tað var sostatt ikki uppgávan hjá Landsgrannskoðaranum, at kanna viðskiftafólkini hjá tollvaldinum. Ta uppgávuna, hevur Tollvaldið sjálvt, sum afturfyri má tola at vera undir eftirliti av Landsgrannskoðaranum.
Men helst hongur hetta saman við, at eftirlitsvitjanir í Vága økinum hava víst, at onki fantilsi var í innkrevjingini av eftirstøðum, og tí heldur ikki í eftirlitinum av tí, sum varð útflýggjað frá goymsluni hjá Skipafelagnum, og so skuldi orsøkin hava ein syndara upp á krossin.
Og so kemur sendingin: “Heðin og Havnin” í KvF. Hetta er helst bara framhald av tí áganginum, sum hevur verið í móti borgarstjóranum í skjótt fleiri ártíggir. Ágangurin byrjaði í Dimmalætting, men nú hevur kvf tikið um endan.
Hatta er ikki annað enn valstríð. Hasi kunnu jú bestillast til tað mesta, og sleppa eisini sum oftast undan ábyrgd. Men tá roynt var at fella Heðin uppá sendingina “Brandfellan”, duttu tey sjálvi í køstin. Tey eru nú eisini ávegis í sama køst við “toll-gøluni frá 1997”.
Vit rætta kumpas...
Menn tóku vápnini fram frá hond. Eisini slíkir, ið annars hveptu seg við at taka lívið av einum kettlingi, lótu alt himpr fara og fóru nú glaðbeintir í bardaga, um tað gjørdist neyðugt. Hvussu menn umbroyttust hesa tíðina, er so ótrúligt, at bara tann, ið upplivdi tað, kann trúgva tí, stendur m.a. í broti úr bókini, sum man vera eitt tað besta, sum er komið út í bók, sum ískoyti til Føroya søgu.
Líggjas í Bø, skrivar kærkomna ævisøgu um Klakksvíksstríðið.