Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Vit oysa við eskarinum

Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir komið undir land.

Landsbókasavnið, hevði Móðurmálsdagin, mikudagin 25. mars 201, fyri samkomu, har verkætlanin alment varð tikin í nýtslu.

Fyri almenningin merkir hetta, at øll fáa høvi til at lesa greinar úr Oyggjatíðindum, sum annars ikki hava verið lættar ella atkomiligar, tí bløðini hava verið tagd burtur í fleiri ártíggir, tá útvarp, sjónvarp og Einglapressa, sum heild, hava lagt seg eftir at tiga um blað og innihald, sum oftani hevur verið mett so kontroversielt, at hini ikki hava havt dirvi til at taka upp sama leistin, ella bara at endurgeva úr hesum bløðum.

Tá hevur verið lættari at latið sum um blaðið als ikki var til.

Tað ber ikki til longur. Nú kunnu fólk sjálvi heimanífrá, blaðað allar argangirnar ígjøgnum, sum eru komnir út heilt fram til endan av 1999, og tað er als ikki keðiligur lesnaður. So at siga hvørt eitt einasta blað hevur sínar avdúkingar.

Hóast bæði blað og blaðstjóri hava verið fyri grovum ágangi, hevur tað ikki eydnast at steðga útbreiðsluni, og internetið hevur gjørt tað møguligt at fáa boðskapin út so ella so, og haraftrat hevur Facebook verið ein góður miðil, at styrkja um møguleikarnar, og har hevur sensur-pressan í Føroyum, onki vald, og harvið er hon eisini avvápnað, sum merkir, at kritiskur journalistikkur hevur vunnið á fámannaveldinum, sum ikki vil hava sannleikan fram í samfelagnum, uttan so, at hesin “ sannleikin” er góðtikin á hægri stað.

Tann tíðin er farin, og við blaðsavninum, liggur vegurin opin fyri øll tey, sum vilja lesa avdúkingarnar í Oyggjatíðindum.

Sum tað’ sæst í blaðnum í dag, so er eisini nógv sera áhugavert at hoyra úr at oysa úr byttuni.

Og nú vit viðgera eldri hendingar, Lat okkum so eisini líka koma við einari rætting til greinastubba á In.fo, um, at Hans Mortensen stovnaði SMS.

Tað kundi hann als ikki gera uttan at hava útisetan, íverksetaran og tvørámannin, Dávid Eliasen, at hjálpa sær.

Hesin kom við bæði pengum, tøkni og samstarvsfeløgum. Hvussu hesin bleiv viðfarin aftaná, kunnu vit altíð koma aftur til, men uttan Dávid, onki SMS!

Vit oysa meira við eskarinum eina aðru ferð.