Oddagrein: Vit draga línu
Fólkaræðið tapti valið, sum varð toppstýrt av KvF uttanum ávísar fólkaræðisligar spurningar, og tí koppaði ikki inn hjá Tjóðveldinum, sum slapp undan dóminum fyri at vera endaður niðri í danska pottinum.Sambandsflokkurin dugdi als ikki at føra valstríð, og Fólkaflokkurin tordi ikki, valdi heldur at hava tunguna mitt í munninum. Onnur valevnir, sum kundu gjørt mun, fingu ikki loyvi fyri baklandinum og SvF. Men ein annar partur av fólkaræðinum var tolsemi.
Tey homoseksuellu, sum hinvegin var eitt tema, sum SvF trýsti inn í valstríðið, gjørdi mun fyri Javnaðarflokkin. Men Framsókn kláraði ikki at ríða á homo-bylgjuni, men fólkaræðið stendur ongantíð bara á einum beini, og tí hevur Tjóðveldi fingið eina lænta tíð at rætta inn hugsjónarliga, tí flokkurin umboðaði onki frælsi á valinum, bara stuðulin úr danska ríkiskassanum.
Tað eru veljararnir bara ikki konfronteraðir við. Tað vildi KvF ikki, og tí kemur tann uppgerðin seinni.
Tobbi verður fólkatingslimur.
Tá Tjóðveldi hevur eina skipan um, at tey fólkavaldu ikki kunnu hava meira enn tann eina sessin, so merkir tað, at Magni Arge, sum nú avloysir Høgna í Fólkatinginum, má fara úr hesum starvinum, og seta seg í løgtingið, har hann varð valdur týsdagin.
Hóast fleiri kláraðu seg betur enn Tobbi á Fólkatingsvalinum, vísir tað seg, at tey, sum eru frammanfyri kajfútan, øll eru vald í løgtingið, og so kann politiski “óargaungin” sleppa springinum í býráðnum, og leggja til kaj í fólkatinginum.
Timburmenn ella ikki; hatta var so ikki onki at vakna upp til mikumorgun. Men velur hann borgmeistarastarvið í Runavík við pensjónini, so fær Gunnvør Balle, møguleikan.
Vit á Oyggjatíðindum hava verið skuldsett fyri ikki at tola at tapa valið, men soleiðis síggja vit als ikki uppá støðuna, tí tað var fólkaræðið, ið tapti. Veljarin fekk ongantíð møguleikan frá KvF, sum konsekvent noktaði at viðgera lygnina, sum førdi til Gammeltoft-kanningina, tí journalistarnir vóru partar av hesum áganginum, og tí var valstríði heldur ikki sakligt ella óheft borið fram fyri veljarafjøldini, sum ikki kundi taka støðu til spurningar, ið ikki vóru lýstir í KvF.
Tað var Hanin gali annars ósmæðið av Kringvarpinum, at føra valstríð fyri útvald, við at fara runt, at tosa við hjúnarfelagar ella sambúgvar, sjálvan valdagin Har er als onki mark. Taka tit makan hjá einum valevni, so mugu tit taka allar!
Hetta var tað, sum hekk á línuni á hesum sinni...