Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Verjir løgreglan ikki eitt morð

Tað er líka mikið hvussu nógv kemur fram um Piddagøluna, so verður gølan bara størri og størri, tí løgreglan letur seg ikki vika av teimum upplýsingum, tekniskum prógvum og mótprógvum, sum dag og dagliga hava funnið fram til almenningin.

Vit hava her í blaðnum ávíst, at tað ómøguliga bara kann vera ein persónur, sum hevur dripið Pidda, sambært tekniskum prógvum hjá løgregluni sjálvari. Vit fáa upplýst, at fólk siga seg vita hvør hevur dripið Pidda, men løgreglan vísir ongan áhuga í at gera fleiri kanningar, sum kundi bent á, at løgreglan sjálv so ella so er sósað inn í hetta mál.

Tí er tað so sera átrokandi - ikki minst fyri at fólk generelt aftur kunnu fáa alit á løgregluni, at málið verður tikið uppaftur. Her vóna vit, at familjan fær samband við ein sterkan advokat í Europa, sum tryggjar teimum, at málið verður tikið uppaftur, og kemur at venda rætt, so familjan og allir føroyingar kunnu fáa vissu fyri hvat hendi við Pidda.

Tað, sum fyribils er hent, er ikki annað enn, at almenningurin er fyltur við lygn, at tað so eisini skuldi enda við, at Piddi kom heim, men tá fólk aftaná bønarløtu opna kystuna, finna tey ikki skøltin, sum helst skuldi krógvast, tí deyð fólk kunnu eisini tala, síðani dna teknikkurin tók yvir.

Løgreglan hevði frammanundan avgjørt, at Piddi var dripin í heiminum fríggjakvøldið 4. november 2010, ella tíðliga leygarmorgunin, tó at fakta er, at Piddi varð sæddur sprelllivandi leygarmorgunin, sum vitni eisini hevur greitt frá.

Eisini er Piddi sæddur í Burger King í Havn, seint leygarkvøldið 5. november 2010, sum løgreglan bara letur sum onki við.

Løgreglan heldur ikki at tað er áhugavert, at vitni er á hurðini á Gerðisvegi, at vita um Piddi var har, og at tann, sum tók í móti henni var fyrrverandi konan, og hjá henni var Milan Kolovrat,sum seinni fekk 14 ára fongsul fyri at hava dripið Pidda.

Hetta var um trýtíðina, mánadagin 7. november 2010. Milan Kolovrat verður aftur sæddur sama dag um fýratíðina við byrgingina hjá SEV á Eiði.

Harnæst hava vit eygleiðingarnar hjá Emil Sólskerð, sum løgreglan hvørki trýr uppá ella vil gera nakað við, tó at har eru bæði myndir og teknisk prógv at ganga eftir.

Hetta man sostatt vera størsta gølan av sínum slagi, sum vit nakrantíð hava havt í Føroyum, og tað skal undra um ikki hetta endar sum Hollywood-filmur, tí nógv seta sær spurningin, um løgreglan ikki verjir eitt morð?!

-----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...