Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Vandamikil kós

Umskipanin varðveitir óhefta virksemið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um ætlanina, at niðurleggja Landsbankan, sum hann metir ikki hevur nakran týdning, tá ætlanin er at eitt sokallað Gjaldstovuráð skal tryggjar óheftni.

Men, sum tað hevur verið sagt fyrr, so liggur stóri vandin í, at landsstýrismaðurin setir hetta ráð, sum eisini er mannað av akademikarum, sum - um vit vilja tað ella ikki, hava kostað hesum samfelagnum dýrt.

At leggja fleiri og fleiri funktiónir inn undir Fróðskaparsetrið, sum hevur sera stórar trupulleikar við fakligheitini, og haraftrat hevur stríðst við einum yvirtrekki í áravís, kann vísa seg at vera sera hættisligt.

Hendan sokallaða akademiseringin av samfelagnum, hevur kostað nógv, og kemur at kosta uppaftur meira um ein javnvág ikki kann finnast millum vinnuna og hesi kjólahvítu við akademisku sloyfuni.

At Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi Føroya Banka-stjóri, sum traðkaði í skógvarnar hjá Hans Jørgen Lauritsen, sum koyrdi bankan á heysin við at uppfinna yvirskot til Den Danske Bank, sum ikki vóru reell, og seinni sendi rokningina til føroyingar at gjalda, nú sigur, at vit hava als ikki brúk fyri Landsbankanum, borgar als ikki fyri nøkrum skilagóðum.

Tað var jú sami maður, sum boðaði frá, at føroyingar onki krav høvdu fyri at fáa endurgjald frá dønum fyri svikini í bankagøluni.

Og tað ger tað ikki betri av, at Jørn Astrup Hansen, beinleiðis hevur starv sum danskur líkvaskari í bankakervinum, og sostatt eisini ein persónur, sum umboðar danir tá tað kemur til eftirlit av peningastovnunum.

Og hvussu nógvar ávaringar sendi Fíggjareftirlitið eftir føroyingum í nítiárunum. Onga. Har var onki eftirlit. Har var ongin ávaring, og tí slapp alt at sigla, og tí endaði landið í óføri. Har var onki eftirlit aftaná 1989.

Nú stendur sami maður og tosar um, at sama eftirlit, sum onki eftirlit vildi hava við føroyskum peningastovnum, er ríkiliga gott eftirlit tí vit hava ikki okkara egna gjaldoyra.

Tað er onki at ivast í, at fleiri føroyingar vilja hava kaos í samfelagnum, men vandin liggur í, at uppaftur fleiri fara at lata seg tøla av persónum, sum hasum danska líkvaskaranum.

Lat okkum styrkja um Landsbankan, og um neyðug, styrkja hann uppaftur meira við kompetansum frá Búskaparráðnum, og lata vera við at lurta eftir ørvitisfiskum, sum líkvaskara, Astrup, og advokatum í plastikkposum, tí gongdin er vandamikil.

---

Lesið aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Tekna hald her, og  blaðið verður sent til tygara telduadressu: oyggjat@olivant.fo

 

 

Add to Cart