Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr ymsum ættum

Í morgun viðgjørdi fútarætturin kravið frá Búnaðargrunninum um, at tveita Fámara-pionerarnar á dyr, sum fullkomiliga lógliga hava gjørt avtalu við Jens Hera Jacobsen, sum gjøgnum 12 ár var uppisitari av festinum, og sum seinni fekk festi í móti at gjalda eina hálva millión, men sleppur undan at búgva í Fámara.

Pionerarnir hava krav uppá at ganga undir leigulógina, men tað heldur Búnaðargrunnurin ikki.

Í dag avsannar Búnaðargrunnurin eisini, at Jens Heri Jacobsen, hevur nakað krav í móti grunninum, tí kravið uppá 1,3 millión, fall burtur aftaná fyrstu útboðssøluna, sum bleiv annulerað.

Tað er drúgv grein um í blaðnum.

Nú vit eru við landbúnaðin, so er eisini ein grein um at hendan vinnan bløðir, og at bøndirnir fáa ikki endarnar at røkka saman, fær vinnan ikki eina eykajáttan uppá 4,12 millión krónur.

Vit undrast yvir hesa støðuna, samstundis sum tað er sett út í kortið, at bøndirnir í Føroyum gera seg ferðaklárar til ein túr til Berlin.

Og so er tað tunnilsgølan. Kári á Rógvu, doktari í løgfrøði, hevur gjørt tað greitt, at eingin heimild var fyri avtaluni við danska tunnilsfelagið.

Í gjár hoyrdu vit brot úr løgtinginum, har løgmaður kroystur rópti, at hann hevði ikki gjørt nakra avtalu um at betala felagnum eina millión, um sáttmálin ikki var undirskrivaður áðrenn 31. august 2013.

Tað hevur í hvussu so er aðalstjórin í innlendismálaráðnum annars váttað, og knappliga er hann so eisini aðalstjóri uttan eitt innlendismálaráð.

Við Marjusi Rein, ætlaði fólkaflokkurin at kapra sessin, men tað riggaði ikki. Í staðin eru málsøkini pettaði sundur, og latin til samgonguflokkarnar, sum hóast alt kunnu fegnast um, ikki at hanga á knaganum hjá Miðflokkinum einsamøllum.

Hvussu tryggur Fólkaflokkurin eigur at føla seg við Marjusi Rein, fær tann flokkurin at føla, tí Janus Rein vil ikki altíð tað, hini vilja, og hann hevur sterkar meiningar, og hann hevur víst, at hann saktans kann marsjera við síðuna av hugsjónarliga floksstevinum, og hann er bæði beiskur og ímyntur, og klárar tí ikki at taka Framsókn ella Poul Michelsen í sín munn, og hann virkar onki broyttur; tann rætta støðan og rætta løðingin, so er hann helst aftur í luftini. Hetta var “úr ymsum ættum”...

----------

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...