Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: úr urtapottinum

Løgtingið hevur hesa vikuna spælt út við ómoralinum, at vilja nakað, men meina nakað annað. Her hugsa vit um, at tingfólk generelt eru samd um at prísurin fyri at gera seg kynsliga inn á børn, er alt ov lítil. 

Samstundis velir sama løgting, at lurta eftir fútanum, sum ikki heldur, at tað er serliga klókt, at avtaka ellis-markið fyri, at mál um kynsligan ágang kann takast burtur.

Hvussu nógv mál um kynsligan ágang eru ikki meldaði seinastu árini, men av tí, at pedofilarnir eru høgt rangeraðir í samfelagnum, eiga ávirkan, makt og pengar, hendir onki. Øll vita tað, og flestu góðtaka eisini hetta sera vandamikla signal, sum ger, at smábørnini eru í stórum vanda.

Tað kostar heldur onki at lúgva fyri løgtinginum. Tað kláraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, um dagarnar í svari til fyrispurning í samband við kostnaðin hjá dømdu journalistunum.

Er hetta eindømi um, at løgtingið góðtekur lygn frá landsstýrismanni, ella er tað bara regilin í tingarbeiðinum? Hvat sigur Hanus Samró? Andstøðan kann ikki siga so nógv. Tað sigst, at hon eigur søguna um Jørgen, sum papageykarnir bara hava tikið uppaftur, og uppaftur, og hava fuingið dóm fyri.

Hví fær tað ikki avleiðingar, at Kalsø, ikki sigur sannleikan fyri løgtinginum?!

Og hvussu nógv vildi ein avdúking fylt í grannalondum okkara um tað kom fram, at ein ráðharri leyg?

Øll vita, at ein ráðharri í einhvørjum øðrum landi, vildi verið kroystur frá, men bara ikki í Føroyum.

Vit vita, at teir dømdu journalistarnir í Kringvarpinum, stórt sæð hava fingið munnkurv, og skulu halda seg burtur frá mikrofonunum.

Men vit vita eisini, at ábyrgdin fyri tíðindunum í útvarpinum og í sjónvarpinum, hava onnur tikið sær av síðani dómin, men hví gera so hesi “óheftu” journalistarnir so onki við lygnina.

Tað er ikki so ringt at avdúka. Annar av hesum persónunum, var tann fyrsti papageykurin at endurtaka skuldsetingina í móti Jørgen Niclasen, men slapp undan at verða rættarsøktur, og nú sita tey og verja mannagongdirnar, sum onki hava vit journalistikk at gera.

Tað er ikki talingur um, at lata nýggjar bollar í suppuna. Talan er um at verja “det bestående”. Her går det godt; her bor de gale?

So mikið úr urtapottinum hesa vikuna...