Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Úr Stakkinum

Heini í Skorini, SvF serfrøðingur í uttanríkismálum, skrivaði grein í Weekendavisen, 4. September 2015, sum er spælikamarið hjá vinstravonginum í Danmark, um føroyska valið, sum borgarliga samgongan samgongan tapti, hóast stóra framgongd í búskapinum. 

Greinin í Weekendavisen, endaði sostatt eitt fet til vinstru fyri lygnina um lógarbrotið, sum bara var eitt fatermorgana, men ríkiligt, at vinna løgtingsvalið, sum ongantíð bygdi á sakligan journalistikk, og tíans heldur á eitt sakligt valstríð, ið heldur ikki endaði, sum annað enn budingur á vegginum, ið ikki so frægt, sum kundi hanga í blika logn á einum tíggju-tumma seymi, í annars penari danskari stovu í Whiskey-beltinum, ein gráan seinsummardag í 2015.

Men tá maktin sigur, at sólin skínur, so skínur sólin líka so bjørt í oysandi regni, sum danir hava viðvind á hjólhestabreytini, bara teir ansa eftir høgrasvinginum frá hestavogninum hjá svirrandi og skinklandi Tuborg-ryssuni. Tað er eingin slingur í valsinum í dansk/týsku embætisstættini, sum hevur sett seg á sannleikan og fólkaræði , og harvið eisini á fleskið, sum sjálvsagt eisini smyr hjólini hjá teimum røttu...

“Man sætter vel en stor ære i gamle danske/tyske ”dyder” om dannelse af småfolket ude i det nordatlantiske ” …

Tað er onki at ivast í, at andstøðan hevur mist takið, og hon er veik, men kanska eisini treisk nokk til fýra ár, sum fara at ganga við at royta tey skallutu, og uppliva eina vinnu, sum tí heldur ikki torur at virka optimalt.

Men nú vóru teir flokkar so eisini saman, sum áttu lygnina, ið førdi til Gammeltoft-kanningina, og sum flokkarnir eisini vunnu valið uppá.

Í mun til uppstillingina í Sjálvstýrisflokkinum, sakk útbrótarin, Kristianna W. Poulsen nokkso djúpt á listanum hjá Javninginum, niður á eitt 12 pláss og 157 atkvøður.

Men minni gott gekk tað hjá “lítla” Karl, sum ikki gjørdist tann stóri vinningurin á valinum hjá Framsókn. Men eins og Kristianna á javnaðarlistanum, gjørdist Karl nummar 12 á listanum hjá Framsókn, men nakað av muni var á atkvøðurúgvuni. Karl A. Olsen, fekk 49 atkvøður, sum var munandi minni enn tað onkuntíð hevur verið hjá honum.

Hetta er so nakað av tí, sum vit hava úr stakkinum hesa vikuna; og ja! So vóru tað teir borgarstjórarnir, sum eisini dumpaðu á valinum, og hon sjálv, Gina, sum gav ríkisumboðsmanninum kjaftfisk undir læknastríðnum.

Góðan lesihug.