Oddagrein: Úr skipskistuni
Bústaðir gjørdist til skrellispann hjá Bank Nordik á Heimara Horni. Hvat verður tað næsta?!So kom Bárður eisini á banan fyri at siga, at tað ikki kann lata seg gera at lætta um hjá fátækum. Hetta kann so ikki skiljast annarleiðis enn, at bara pláss er fyri at geva teimum ríku skattalætta.
Nýggi sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum? Ella hevur flokkurin ongantíð havt ein sosialan profil?!
Hví fer Sjúrður Skaale ikki aftur í Fólkaflokkin. Hann hevur eisini ta fatan, at fátøk ikki skulu hava olmussuhjálp. Fátækradømi kann koma av umstøðum og sjúkum, sum tann einstaki ikki megnar at stýra.
Nú gomul og sjúk ikki kunnu vænta sær hjálp frá teimum flokkum, sum annars siga seg virða mannarættindini, so er tíð uppá, at veljarin flytir seg til aðrar støður.
Tað er ikki bara galdandi annan vegin :
Veljarin dugur eisini at venda javnaðarflokkinum reyv!
Altíð verið sambandsmaður, sigur borgarstjórin í Runavík. - Hví meldar hann seg so ikki uppí Tjóðveldisflokkin?
Ole Wich ræðist føroyska nationalismu. Hann eftirlýsti prógv frá teimum, sum ikki vildu broyta føroyska búnan til eitt mótaplagg, men kundi ikki sjálvur koma við øðrum enn føroysku troyggjuni og leðurbuksunum hjá Eivør.
Sjálvur hevur hann ongantíð sæð ein íslendskan, norskan, finskan ella danskan búna verið brúktur á sama hátt, og kortini fingið status, sum nationalbúni. Maðurin er eitt vrøvlhøvd, sum ikki tolir føroyskan nationalan stoltleika.
Pínligt, at Kringvarpið heldur seg kunna brúkast til slíka niðurgering.
Ole Vich, helt seg ikki aftur, og langaði eina pornofiseraða útgávu af Dennis Agerblad-konseptinum út á Facebook síðuna hjá blaðstjóranum fyri at prógva viljan til at broyta kvinnubúnan.
Samstundis sigur maðurin tá hann annars hevur øst alt upp í skúm:
Jeg savner ingen ændring af drakten, men jeg intereserer mig for den maktkamp, der foregår i den kvindelige nationaldragts visualitet!?
Ikki meira úr skipskistuni hesaferð. Meira í blaðnum.